Fótbóltur

Manchester City minkaði um munin

Innskifti Riyad Mahrez skoraði einsamalla málið í dystinum á Stamford Bridge. Nú hevur Manchester City fimm stig upp til Arsenal - Chelsea er á tíggjunda plássi.

Mahrez kom á vøllin, tveir minuttir áðrenn hann avgjørdi dystin

Mahrez kom á vøllin, tveir minuttir áðrenn hann avgjørdi dystin

2023-01-06 07:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 19. umfari, og seinasti dystur í hesari tøttu jóla- og nýggjársskránni hjá Premier League, var á skránni á Stamford Bridge í gjárkvøldið. Har tók Chelsea móti Manchester City. Talan gjørdist um ein tættan dyst, men útiliðið hevði fleiri møguleikar, og tað vóru eisini meistararnir, ið struku avstað við sigrinum.

Einasta málið í dystinum kom í 63. minutti. City hevði tikið meira yvir tá, og talan var um eitt væluppbygt álop. Spælt varð skjótt, City skifti síðu og júst innskifti Grealish legði hart innfyri úr vinstru. Við aftaru stong var ein annar, ið var skiftur inn tveir minuttir frammanundan, Riyad Mahrez, uppá pláss, og so var 1-0.

Hetta var ógvuliga umráðandi hjá Manchester City, ið bert spældi javnleik móti Everton á heimavølli gamlaárskvøld. Arsenal og Newcastle spældu javnt týskvøldið, so nú er munurin upp til oddaliðið aftur fimm stig. Pep Guardiola og hansara menn hava aftur Chelsea á skránni sunnudagin. Tá er tað í FA Cup. Síðani er tað talan um League Cup-dyst móti Southampton, áðrenn sera týdningarmiklir og spennandi dystir móti Manchester United og Tottenham bíða. Arsenal er á skránni í feburar.

Chelsea er hart rakt av skaðum. Reece James, Ben Chilwell, N'Golo Kante´ og Edourad Mendy hava spælt lítið ella einki síðstu dystirnar hjá liðnum. Mason Mount kundi heldur ikki spæla í gjár, og í fyrra hálvleiki fóru bæði Raheem Sterling og Christian Pulisic út við skaðum. Liðið hjá Graham Potter liggur í løtuni nummar 10 í Premier League og livir ikki upp til, hvat varð væntað av liðnum undan kappingarárinum. 

Mikukvøldið vann Tottenham ein góðan umráðandi sigur í topp-fýra stríðnum - FA Cup er á skránni hetta vikuskifti, og síðani heldur Premier League fram 13. januar.


Premier League 19. umfar

Í gjár, hósdagin 05.01
Chelsea - Manchester City 0-1

Mikudagin 04.01
Southampton - Nottingham Forrest 0-1
Leeds United - West Ham United 2-2
Aston Villa - Wolves 1-1
Crystal Palace - Tottenham 0-4

Týsdagin 03.01
Arsenal - Newcastle 0-0
Everton - Brighton 1-4
Leicester - Fulham 0-1
Manchester United - Bournemouth 3-0

Mánadagin 02.01
Brentford - Liverpool 3-1

Stigatalvan sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder