Fótbóltur

Manchester City sleppur at spæla Champions League fótbólt hóast alt

Ítróttardómstólurin CAS hevur ógilda dómin, sum enska felagið fekk.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-07-13 10:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Manchester City sleppur at spæla við í Champions League komandi tvey árini, hóast UEFA fyrr í ár avgjørdi, at bannað enska stórfelagnum frá øllum evropeiskum kappingum komandi tvey árini orsaka av brot á Financial Fair Play reglarnar.

Tað er ítróttardómstólurin CAS, sum hevur ógilda dómin hjá UEFA, eftir at City hevði kært dómin.

Umframt at City sleppur, at spæla við í Champions League hevur CAS eisini skorið bótina, sum felagið fekk niður. UEFA dømdi City at rinda eina bót uppá umleið 224 milliónir krónur, men CAS hevur avgjørt, at bótin verður skorin niður til 75 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder