Fótbóltur

Manchester City styrkir álopspartin

Ferran Torres er fyrsta keypið hjá teimum ljósabláu í summar.

Ferran Torres í dysti fyri Valencia. (Mynd: EPA)

Ferran Torres í dysti fyri Valencia. (Mynd: EPA)

2020-08-05 09:32 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Manchester City keypti týsdagin Ferran Torres úr Valencia. Hetta er fyrsta keypi hjá teimum ljósabláu í summar.

20 ára gamli Torres, ið vanliga spælir vongur, fær ein sáttmala til 2025 við Manchester City.

-Eg eri so fegin fyri at koma til City. Allir leikarar vilja spæla á einum álopssinnaðum liðið, og Manchester  City er eitt av teimum mest álopsinnaðu liðinum í heiminum, sigur Torres við heimasíðuna hjá City.

Ferran Torres skoraði seks mál í 44 dystum fyri Valencia farna kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder