Fótbóltur

Manchester City vendi øllum á høvdið í dramatiskum dysti

Brotsspørk, reytt kort, VAR, frálíkt frísparksmál og eitt ógvuliga flott comeback - dysturin í Schalke innihelt so at siga alt.

Dómarin og VAR komu í fokus í Týsklandi í kvøld
(Mynd: EPA)

Dómarin og VAR komu í fokus í Týsklandi í kvøld (Mynd: EPA)

2019-02-20 22:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð ikki væntað, at dysturin á Veltins Arena í Schalke fór at borga fyri høgum dramatikki og topp-undirhaldi. Men tað hendi ógvuliga nógv, og her er ein stuttur samandráttur. 

Stórfavorittarnir komu á odda eftir 18 minuttir, tá málverjin hjá Schalke dummaði seg, David Silva vann bóltin væl og Sergio Aguero takkaði fyri. Men so fekk heimaliðið tvey brotsspørk. Tað fyrra eftir at VAR spældi inn, og tað varð dømt fyri hond. Tað seinna kom beint áðrenn hálvleik, tá Fernandinho helt einum Schalke leikara í samband við eitt fríspark. Í báðum førum var Nabil Bentaleb, fyrrverandi Tottenham-miðvallarin, tryggur úr ellivu metrum.

Schalke hevði vent dystinum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki gjørdist heimaliðið ein í yvirtal, tá Otamendi fekk eitt ivasamt seinna gula kort. Men liðið hjá Guardiola vísti vilja og fyrrverandi Schalke-spælarin, Leroy Sané, smekkaði eitt fríspark í málhornið úr 30 metrum. 2-2 var eitt gott úrslit hjá City, men tað gjørdist betri í yvirtíðini, tá Ederson sendi ein langan bólt avstað, og Raheem Sterling gjørdi sær dælt av, at verjan og málverjin ikki sá pen út. 

Hóast mótgongd er oddaliðið í Premier League nú næstan víðari til kvartfinalauna í Champions League eftir eitt hendigaríkt kvøld í vestara parti av Týsklandi.

Í Madrid vann Atletico frálíkan sigur á Juventus

Atletico Madrid - Juventus 2-0 (0-0)
1-0 78.min Jose Maria Gimenez 
2-0 83.min Diego Godin

Schalke 04 - Manchester City 2-3 (2-1)
0-1 Sergio Aguero
1-1 Nabil Bentaleb (br.)
2-1 Nabil Bentaleb (br.)
2-2 Leroy Sané 
2-3 Raheem Sterling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder