Fótbóltur

Manchester-feløgini sigraðu

City er aftur á odda í Premier League, United hálaði sigurin heim, og Southampton og Burnley vunnu týdningarmiklar sigrar í botnstríðnum.

Solskjær og hansara menn komu aftur á sigurskós
(Mynd: EPA)

Solskjær og hansara menn komu aftur á sigurskós (Mynd: EPA)

2019-03-30 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í 31. umfari í Premier League eru leiktir í dag: 

Fulham - Manchester City 0-2 (0-2)
Brighton - Southampton 0-1 (0-1)
Burnley - Wolves 2-0 (1-0)
Crystal Palace - Huddersfield 2-0 (0-0)
Leicester - Bournemouth 2-0 (1-0)
Manchester United - Watford 2-1 (1-0)

Manchester City byrjaði dagin sum væntað - við at vinna á Fulham, ið er á veg niður í næstbestu deildina. Mál frá Bernardo Silva og Sergio Aguero í 1. hálvleiki avgjørdi dystin. Harvið er er trýstið í oddastríðnum aftur á Liverpool, ið spælir móti Tottenham í morgin.

Ole Gunnar Solskjær fekk sína debut sum fastsettur United-venjari. Tað gjørdist talan um ein umráðandi sigur, men Watford var annars omaná av tað mesta av dystinum. United revsaði teir tó væl í 1. hálvleiki, tá Luke Shaw vann bóltin, og sendi Marcus Rasfhord avstað - áleyparin var ísakaldur. Í 2. hálvleiki, eftir Watford-trýst, økti Anthony Martial við hepnum málið. Vælleikandi útiliðið minkaði um munin, beint sum yvirtíðin byrjaði. 

Í Suðurongalndi avgjørdi Southampton-liðformaðurin týðandi dystin móti Brighton. Máliðið hjá dananum Pierre Emil Højbjerg ger, at liðið stendur betri í niðurflytingarstríðnum. Crystal Palace gjørdi sítt móti botnproppinum, og Burnley fekk ein sera góðan sigur.  

17.30: West Ham - Everton (6'eren/Viaplay) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder