Fótbóltur

Manchester United heldur lív í Champions League vónini

Hóast meistaraheitið er avgjørt í Premier League, so er spenningur um Champions League plássini og í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.

Ein væl leikandi Bruno Fernandes skeyt tvey mál fyri United í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Ein væl leikandi Bruno Fernandes skeyt tvey mál fyri United í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-07-01 07:20 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein dystur var á skránni í Premier League í gjárkvøldið, har Brighton tók ímóti Manchester United. Dysturin hevði stóran týdning fyri bæði liðini, har United stríðist fyri Champions League plássi, meðan Brigthon stríðist fyri, at tryggja sær enn eitt ár í Premier League.

Manchester United setti seg á dystin frá byrjan av, og legði seg á odda eftir sekstan minuttir, tá 18 ára gamli Mason Greenwood skoraði. Tá ein hálvur tími var leiktur økti Bruno Fernandes til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Brighton kom betri við í øðrum hálvleiki, men tað var Manchester United sum fekk tað einasta málið í seinna hálvleiki, tá Bruno Fernandes skoraði sítt annað mál í dystinum eftir eitt framúrskarandi mótálop.

3-0 sigurin kom væl við hjá United í stríðnum um Champions League plássini, meðan Brigthon helst skal hava nøkur stig afturat fyri, at tryggja sær enn eitt kappingarár í Premier League.

Í kvøld eru fýra dystir á skránni, ið eisini hava týdning í Champions League stríðnum og stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.

Týsdagin 30/6:
Brighton - Manchester United 0 – 3

Mikudagin 1/7:
Arsenal – Norwich          
Bournemouth – Newcastle
Everton – Leicester
Wesst Ham – Chelsea

Støðan:
1. Liverpool 86
2. Manchester City 63 
3. Leicester 55
4. Chelsea 54
5. Manchester United 52 *
6. Wolves 52 *
7. Tottenham 45
8. Burnley 45 *
9. Sheffield United 44
10. Arsenal 43 
11. Crystal Palace 42 *
12. Everton 41
13. Southampton 40 *
14. Newcastle 39
15. Brighton 33 *
16. Watford 28 *
17. West Ham 27
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 27 *
20. Norwich 21

*Ein dyst fleiri     

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder