Annað

Manchester United hevur keypt Fred

Brasilski landsliðsleikarin varð keyptur fyri 52.5 mió. pund.

2018-06-22 12:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Manchester United hevur keypt brasilska miðvallarleikaran Fred frá Shakthar Donetsk. Tað eru longu fleiri vikur síðani at vist var, at Manchester United fór at keypa leikaran, men bíða varð eftir pappírsarbeiðið og arbeiðsloyvi.

Manchester United venjarin Jose Mourinho væntar, at Fred fer at fáa tað besta burturúr sjtørnuleikaranum Paul Pogba. Kreativu evnini hjá Fred fara at hjálpa Pogba, sum ofta hevur havt torført við at ávirka dystir, hóast eginleikarnir eru har.

25 ára gamli Fred hevur skrivað undir fimm ára sáttmála við Manchester United.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder