Heimaliðið, ið so at siga stillaði í sterkast møguligari uppstilling, var fullkomiliga omaná í fyrra hálvleiki móti liðnum, sum liggur nummar sjey í The Championship, og burdi verið á odda meira enn 1-0. Jadon Sancho legði United á odda í 25. minutti, men fimm minuttir frammanundan hevði Cristiano Ronaldo brent eitt brotsspark - hann skeyt framvið - og portugisiski áleyparin misnýtti aðrar møguleikar í fyrra hálvleiki, og tað gjørdu liðfelagir eisini. Paul Pogba var aftur at síggja á United-miðvøllinum, og teir í reyðum vóru vælleikandi og høvdu samanlagt fjúrtan málroyndir fyri steðgin.
Í seinna hálvleiki var tað ikki eins flótandi, Middlesbrough kom nakað betri við, og í átjanda minutti javnaði útiliðið eftir gott og vælleikt mótálop, ið endaði við, at Matt Crooks, ið var í ungdómsdeildini hjá United í sejy ár, setti seinasta fótin á. Duncan Watmore, ið júst var komin inn, legði upp, men bólturin kom á arm hansara, beint áðrenn. Tí var ivasamt, um málið skuldi standa, men VAR gjørdi einki við tað.
Harfrá stríddist Middlesbrough ógvuliga væl fyri at halda fast - allan vegin til brotssparkskappingini. Í longdu leiktíðini hevði liðið úr næstbestu deildini eisini stóran møguleika fyri at avgerða dystin - Bruno Fernandes burdi avgjørt tað stutt eftir 1-1 málið, tá hann sjálvur vann bóltin á brotsteigarmarkinum men púra fríur rakti nummar 18 stongina.
Hann var ein av teimum 15, ið skoraðu í brotssparkskappingini. Tað gjørdu allir teir fyrstu 15 skjúttarnir - teir flestu ógvuliga trygt - men nummar 16 skeyt langt uppum. Tað var 19-ára gamli sviin hjá United, Anthony Elanga, ið er í gongd við eitt gjøgnumbrot, og harvið endaði tað við stórum vónbroti hjá stórfavorittunum, meðan Chris Wilder og hansara menn kundu stórfegnast.
Hetta var á pappírinum besti møguleikin hjá Ralf Ragnick og hansara monnum at vinna eitt steyp í ár og enn ein strika í roknini. Fjórða umfar í FA Cup, ið heldur fram við einari rúgvu av dystum í morgin, byrjaði við einum skelki.
FA Cup 2021-2022, 4. umfar
Fríggjadagin 4. februar
Manchester United - Middlesbrough 8-9 eftir brotssparkskapping (1-1 eftir vanliga leiktíð)
Leygardagin 5. februar
12.30:
Chelsea - Plymouth Argyle
Kidderminster Harriers - West Ham United
15.00:
Crystal Palace - Hartlepool United
Huddersfield Town - Barnsley
Peterborough United - Queens Park Rangers
Stoke City - Wigan Athletic
Manchester City - Fulham
Wolverhampton Wanderers - Norwich City
Southampton - Coventry City
Everton - Brentford
17.30: Cambridge United - Luton Town
20.00: Tottenham Hotspur - Brighton & Hove Albion
Sunnudagin 6. februar
12.00: Liverpool - Cardiff City
16.00: Nottingham Forest - Leicester City
18.30: AFC Bournemouth - Boreham Wood
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald