Í 07 Vestur verður arbeitt við at styrkja liðið, og nýggjasti leikarin eitur Mathias Voss, sum flytir til felagið úr Vejle BK, sum spæla í donsku superliguni.
20 ára gamli Mathias er uppvaksin í Herning Fremad og síðani í FC Midtjylland, men flutti til Vejle har hann kom á akademiið. Í hesi tíðini fekk hann eisini nakrar dystir á donsku U18 og U19-landsliðunum, umframt debut á besta liðinum hjá Vejle, í steypakappingini.
- Ungi danin hevur spælt mest í høgru síðu, mest í verjuni, men eisini í høgru síðu á miðjuni, har vit helst skulu vænta at síggja hann hjá 07 Vestur, sigur felagið.
Mathias er komin til landið, og var longu við í kvøld í venjingardystinum á Toftum móti B68.
Sambært dystir.fo endaði dysturin millum B36 og 07 Vestur 0-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald