
Mattias Lamhauge hevur seinastu mánaðirnar sitið nógv á bonkinum hjá Fredericia. Fyrst sum eykamálverji hjá Valdemar Birksø, ið nú er seldur til norska Fredrikstad, og fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin aftanfyri onglendingin Ovie Ejeheri.
Ejeheri er nú skaddur, og tískil skal Mattias verja málið í kvøld móti FCK - og helst eisini næstu tíðina.
Spennandi uppgáva hjá 25-ára gamla havnarmanninum og tað snýr seg um at taka av.
FCK er verandi danskur meistari og hevur seks stig eftir tvey umfør í Superliguni. Eins og Brøndby. sum HB í gjár aftur bjóðaði av í Conference League.
Frederica vann óvæntað 2-0 í Silkeborg sunnukvøldið. Nú bíðar spennandi heimadystir á Monjasa Park, har tað sigst at vera útselt til dystin móti høvuðsstaðarfelagnum.
Les eisini: Brøndby reistist aftur - Frederica skrivaði søgu
Dysturin hjá Mattiasi og teimum byrjar klokkan 17 føroyska tíð og sæst á TV2 SportX og TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald