Fótbóltur

Brøndby reistist aftur - Fredericia skrivaði søgu

Tríggjar dagar eftir dystin á Tórsvølli, vann Brøndby 1-0 í Farum. Liðið hjá Mattiasi Lamhauge vann sín fyrsta Superliga-dyst nakrantíð.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-07-28 08:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vakti stóran ans í Danmark, at Brøndby kom aftur til Danmarkar úr Føroyum við einum javnleiki - og ikki uppá tann góða mátan.

Sí eisini: Danskir miðlar: - Ein fadesa og eitt stórt vónbrot í Føroyum

Les eisini: Javna ikki ti teir eru góðir - tað er ti vit ikki avrika nóg væl

Tað nyttaði tó ikki hjá Frederik Birk og hansara monnum at sita og lippa yvir eitt verri útgangsstøði enn ætlað og mista sigurin í 2. umfari í Conference League. Teir skuldu spæla aftur sunnukvøldið: Í 2. umfari í Superliguni á graslíkinum í Farum.

FC Nordsjælland hevði leikliga yvirvág, men Brøndby skoraði eisini einsamalla málið í dystinum eftir eitt korter. Tað var 19-ára gamli Clement Bischoff, sum stóð fyri góða skotinum. Vinstri vongurin var eisini vandamikil í løtum í føroyska høvuðsstaðnum hóskvøldið. Bischoff legði upp til málið hjá Brøndby í gjárkvøldið.

Sí eisini: Myndir: Evropeiski javnleikurin hjá HB

Danska stórfelagið hevur fult stigatal eftir tvey umfør í Superliguni við málúrtøkuni 4-0. So er spurningurin, um tað eydnast at basa André Olsen og HB á Brøndby Stadium. Hetta er næsta uppgáva hjá Brøndby. Dysturin verður spældur hósdagin 31. juli klokkan 18.30, og HB-hópurin fer úr Føroyum tíðliga ólavsøkudag.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Fredericia skrivaði søgu í Silkeborg

Í 1. umfari vann Brøndby 3-0 á Silkeborg, og liðið hjá Kent Nielsen hevur fingið eina ræðuliga byrjan uppá kappingarárið. 

Mikukvøldið spældi Silkeborg javnleik á heimavølli móti íslendska KA Akureyri - sum Jóan Símun Edmundsson spælir við - í Conference League, og í gjár tapti Silkeborg á heimavølli fyri einum uppflytara.

Talan er um Fredericia, sum fyri fyrstu ferð er í Superliguni. Liðið fekk síni fyrstu stig: Ein søguligan 2-0 sigur.

[object Object]
Stórur fagnaður á teimum hjá Fredericia (Mynd: FC Fredericia)

Eins og í 1. umfari og størsta partin av síðsta kappingarárið, sat Mattias Lamhauge á bonkinum hjá Fredericia. Hann er endaður sum eykamálverji.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder