Fótbóltur

Danskir miðlar: - Ein fadesa og eitt stórt vónbrot í Føroyum

Fingrarnir verða ikki lagdir ímillum hjá stóru miðlunum og á sosialu miðlunum eftir javnleikin hjá Brøndby móti HB á Tórsvølli.

HB skoraði seint og javnaði. Í Danmark verður tað skýrt sum eitt samanbrot, og stórt trýst er á danska stórfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

HB skoraði seint og javnaði. Í Danmark verður tað skýrt sum eitt samanbrot, og stórt trýst er á danska stórfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-25 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt máttloysi sást á Brøndby-venjara og spælarum seinastu løtuna á Tórsvølli í gjárkvøldið. Aftaná hómaðist eisini ein ávis arrogansa og nógv irðan: Teir vóru týðiliga foyir um úrslitið.

Einki Brøndby-umboð var tøkt til ein-til-ein samrøðu. Á tíðindafundinum á Tórsvølli vildi Frederik Birk tó gjarna staðfesta, at HB einki óvæntað ella serliga gott gjørdi, sum dysturin leið: Brøndby burdi skorað fleiri mál og vunnið dystin og handfór ikki nóg væl løtuna eftir 0-1 málið var turrisliga staðfestingin.

Les eisini: Javna ikki ti teir eru góðir - tað er ti vit ikki avrika nóg væl

[object Object]
Frederik Birk byrjaði við líka at rósa HB, men sum heild helt Brøndby-venjarin ikki nógv um dystin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mongu útiáskoðarnir koyrdu av álvara á, men tað bar ikki á mál (Mynd: Sverri Egholm)

Í Brøndby-leguni máttu teir eisini vita, hvat bíðaði - ella longu var í gongd í Danmark.

Á sosialu miðlunum, og millum annað í viðmerkingunum á egnari Facebook-síðu, varð Brøndby-liðið hegla niður fyri avrikið og úrslitið í Føroyum: Millum annað fyri at undirmeta HB, fyri hugburðin ella fyri hvussu vánaligt tað er at ikki vinna greitt á einum føroyskum felagi.

Frederik Birk hevur eisini fingið nógv omanyvir seg, og ungi venjarin hevur kanska lisið nakrar heldur keðiligar yvirskirftir síðani dystin.

[object Object]
Skíggjamynd: BT

[object Object]
Ekstra Bladet hevði tað gula frammi - Les meira her

"Brøndby faldt sammen på Færøerne" er yvirskriftin hjá nógvum miðlum - hetta vegna Ritzau-skrivið um dystin.

Sjálvt egni fjeppara-miðilin, sum var í Føroyum, fanst hvassliga at avrikinum og dystinum sum heild. 3 point tekur eisini ringu evropeisku hagtølini hjá Brøndby á útivølli fram: Liðið hevur nú ikki vunnið á útivølli í 13 evropeiskum dystum á rað.

Størst trýst á HB - verða trýstir í botn av liði úr Føroyum

Stóri miðilin TV2 hevur eisini tikið málið upp. Hetta í einari grein, har keðiligu avrikini hjá donsku liðunum hesa vikuna verða tikin upp: FC Midtjylland og Silkeborg spældi eisini javnleik. Tey spældu á heimavølli móti ávikavist Hibernian (Skotland) og liðnum hjá Jóan Símuni Edmundsson, KA.

Sí eisini: Liðið hjá Jóan Símuni skelkaði í Silkeborg

Viðmerkjarin Morten Bruun er bersøgin:

- Skotsk feløg eru ikki bara soleiðis at koyra yvir, men vit mugu vænta, at donsk feløg vinna á liðum frá Íslandi og úr Føroyum.

Hann sigur seg vera mest skelkaðan, um Brøndby rýkur út, og at hetta er tað danska liðið, sum stórt trýst nú er á:

- Brøndby verður simpulten trýst í botn av einum liði úr Føroyum. Tað sá annars so gott út móti Silkeborg í 1. umfari í Superliguni, so tað er ein vátur vøttur. Frederik Birk hevði heilt víst ynskt sær ein greiðan sigur, su man kundi rotera í seinna dystinum...nú torir eingin venjari at niðurraðfesta. 

Brøndby-hópurin er framvegis í Føroyum og hevur eisini í dag verið á Tórsvølli. Liðið hevur havt eina venjing har, tí uppgávan í Superliguni er á graslíki í Farum - tað at spæla á graslíki var aftaná dystin brádliga ein trupulleiki fyri Brøndby.

Seinni dysturin millum HB og Brøndby verður spældur á Brøndby Stadion hóskvøldið 31. juli klokkan 17.30.
Atgongumerki kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder