Fótbóltur

Mattias Lamhauge fekk møguleikan aftur - og tók av

Føroyski landsliðsmálverjin átti stóran leiklut í, at Fredericia fekk eitt stig í ringa veðrinum í gjár. Eftir nakrar stórbjargingar fær 26-ára gamli havnarmaðurin aftur góð skoðsmál í Danmark.

Mattias Lamhauge hevur víst seg væl fram seinastu vikurnar og sær út til at hava vunnið plássið aftur - í øllum førum eina løtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias Lamhauge hevur víst seg væl fram seinastu vikurnar og sær út til at hava vunnið plássið aftur - í øllum førum eina løtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-16 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Um man kennir støðuna hjá Lamhauge, so setur man eyka prís uppá hansara avrik. Lamhauge varð á órættvísan hátt vrakaður fyri nøkrum vikum síðani men kom í kvøldsins dysti aftur á flottan hátt og við nøkrum beinleiðis frálíkum bjargingum. Uttan hann hevði FC Fredericia helst tapt.

Hetta staðfestir Morten Bruun, viðmerkjari og fyrrverandi landsliðsspælari, tá hann á TV2 kjósar dagsins spælara í Frederica - Vejle.  

Á somu síðu stendur Mattias Lamhauge á vikuliðnum fyri 8. umfar í fremstu donsku deildini.

[object Object]Skíggjamynd: TV2 

Sí hæddarpunkt - millum annað nakrar góðar bjargingar hjá Mattiasi - her

Orsøkin er, at Mattias Lamhauge hevði nakrar stjórbjargingar og vísti yvirskot. Eftir tveir góðar landsdystir - serliga móti Kroatia - fekk Mattias aftur møguleikan í Fredericia. Og havnarmaðurin tók av.

Onglendingurin Etienne Green hugdi at, meðan 26-ára gamli føroyingurin í roynd og veru helt Fredericia inni í grannauppgerðini. Bæði við bjargingum í 1. hálvleiki og serliga eftir 1-0 málið hjá Vejle, sum Mattias Lamhauge einki fekk gjørt við, har nummar eitt kom flúgvandi út og forðaði Velje í at økja.

Ístaðin javnaði Fredericia, og tað endaði 1-1 og regninum og vindinum á fullsetta leikvøllinum hjá Frederiia. Ikki tað besta úrslitið fyri liðið hjá Mattiasi Lamhuage, tí Vejle liggur aftast í Superliguni, men eftir leikgongdini var tað gott, og eitt flott persónligt avrik hjá føroyska málverjanum.

Sí hæddarpunkt - millum annað nakrar góðar bjargingar hjá Mattiasi - her

Sí eisini her: Mattias Lamhauge: - Ein serstøk avgerð sum eg varð bilsin av

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder