Fótbóltur

Mbappé breyt nøsina

Stóra franska stjørnan fer at spæla í masku, tá hann kemur á vøllin aftur í EM-endaspælinum. Spurningurin er nú, nær tað verður.

- Nøkur hugskot til eina masku ? Soleiðis skrivar Kylian Mbappé skemtandi á X eftir óhappið móti Eysturríki í gjár (Mynd: EPA)

- Nøkur hugskot til eina masku ? Soleiðis skrivar Kylian Mbappé skemtandi á X eftir óhappið móti Eysturríki í gjár (Mynd: EPA)

2024-06-18 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsevropa helt ondini í gjárkvøldið - og serliga tey í Fraklandi - tá ein av allarstørstu stjørnunum og bestu spælarunum í endaspælinum lá á vøllinum við nógvari pínu. 

Tá endurtøkurnar vórðu vístar, varð skjótt greitt at Kylian Mbappé hevði fingið skaða í nøsina. Eingin heilaskjálvti men blóðið stóð úr nøsini, sum eisini sá skeiv út.

Hetta var eftir, at franski liðformaðurin hevði stútað bóltin, og at nøsin síðani rakti hørðu økslina á verjuspælaranum Kevin Danso.

[object Object]

[object Object]Blóðið stóð frá nøsini 

[object Object]Myndir: EPA

Mbappé varð útskiftur í 89. minutti. Frakland vann 1-0 á Eysturríki, men so at siga alt aftaná snúði seg um støðuna hjá stóru stjørnuni hjá Fraklandi. 

Tað stóð skjótt greitt, at nøsin allarhelst var brotin, og hetta varð sjótt váttað. 25-ára gamli áleyparin varð koyrdur á sjúkrahús í Düsseldorf. Hann skal tó ikki skurðviðgerast og er tí útskrivaður.

- Nøkur hugskot til eina masku ?

Soleiðis skrivaði Kylian Mbappé sjálvur á sosiala miðlinum X eftir midnátt. Franska fótbóltssambandið hevur váttað, at liðformaðurin verður við aftur - við masku.

Eingin tíðarlinja er tó givin. Frakland spælir aftur fríggjakvøldið móti Niðurlondum. Hvirluvindurin úr París má roknast sum ivasamur til hendan dystin. Tað er helst eftir, hvussu brotið er, og hvussu tað lekir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder