Fyrsta HM-fjórðingsfinalan varð spæld í Foxbrough í Boston-økinum hóskvøldið.
Hon gekk sum væntað: Var spennandi men at enda vóru fraklendingar bara ov sterkir fyri Marokko.
Eftir ein tíma skoraði Kylian Mbappé hansara 8. mál í hesum endaspælinum, og nummar tjúgu samanlagt, og í 66. minutti sló Ousame Dembelé til. HM-toppskjúttin, saman við Messi, og Balon d'Or vinnarin vístu góðsku.
Harvið rakk tað ikki til hálvfinalu hesaferð hjá Marokko, og einki afrikanskt land er eftir.
Frakland er í triðju HM-hálvfinaluni á rað, og skulu favorittarnir spæla móti Spania ella Belgia týskvøldið.
Tey bresta saman í kvøld klokkan 20. Har stendur Spania sum favorittur, men Belgia hevur víst styrki seinastu dystirnar.
Í gjár, hósdagin 9. juli
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0
66' Ousame Dembelé 2-0
Í dag, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia - Los Angeles (DR1 DR TV)
Í morgin, leygardagin 11. juli
22.00: Noreg - Ongland - Miami
Sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis Kansas City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald