Conor McGregor og Khabib Nurmagomedov verða nú revsaðir fyri tað sum hendi eftir dyst teirra leygarnáttina. Eftir at Khabib vann dystin, leyp sigursharrin út av oktagon (dystarringurin) og leyp á fleiri áskoðarar.
McGregor var inni í ringinum og royndi at koma fyri seg, tá áskoðarar lupu inn í ringin og lupu á hann. Hann vardi seg við at sláa eftir álopsmanninum.
Dysturin teirra millum varð hildin í T-Mobile Arena í Las Vegas í Nevada, og Las Vegas er háborgin hjá Ultimate Fighting Champion og Mixed Martial Arts ítróttagreinini.
Nú skrivar ESPN, at Bob Bennet, sum er stjóri í Nevada Atletic Commission, hevur avgjørt, at báðir menninir fáa leikbann frá mánadegnum av.
Sagt verður, at Khabib leyp á ein av tættastu vinunum hjá McGregor, meðan menninir ið lupu á McGregor eru úr fylgisskarðanum hjá Khabib.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald