Heimasíðan hjá norska Kristiansund Ballklub skrivar í dag, at felagið hevur gjørt avtalu við 21 ára gamla Meinhard Egilsson Olsen, sum hetta kappingarárið hevur spælt við B36.
Kristiansund spælir í bestu deildini – Eliteserien – og liggur í løtuni á fimta plássi. Eitt umfar er eftir at spæla, og tað er longu nú greitt, at Rosenborg verður meistari, og at Kristiansund endar á fimta plássi.
Meinhard Egilsson Olsen kemur upprunaliga úr NSÍ, men kom til B36 undanfarna kappingarár eftir eitt skifti í Vendsyssel FF. Nú hevur hann so skriva sáttmála við Kristiansund, galdandi fyri árið 2019.
Meinhard, sum júst er komin aftur eftir ferð í Aserbadjan og Malta við landsliðnum, greiðir frá, at hann var í Kristiansund til royndarvenjing í september, og honum dámdi væl at vera har.
- Eg eri fegin um at fáa sáttmála við Kristiansund Ballklub, og eg rokni við, at hetta er rætta stigið fyri meg nú. KBK er eitt framgangsríkt felag, við ungum og framsøknum venjara við góðum úrslitum at vísa á, sigur hann við heimasíðuna.
Kenneth André Leren, ítróttarstjóri í felagnum sigur um nýggja leikaran:
- Meinhard er ein ungur spennandi leikari, sum gjørdi gott inntrykk tá hann vandi við okkum í september. Hann hevur ein góðan høgra fót og er væl fyri kropsliga í mun til aldurin. Meinard fer at geva okkum ferð og framdrift við sínum beinleiðis spæli. Vit gleða okkum at síggja hann fyri Kristiansund tá kappingarárið byrjar aftur.
Meinhard E. Olsen og Kenneth André Leren frá Kristiansand Ballklub (Mynd: kristiansundbk.no)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald