
Meinhard Egilsson Olsen hevur seinastu mánaðirnar spælt fyri Kolding í næstbestu donsku deildini.
28-ára gamli vongurin hevur staðið seg væl fyri liðið í ovara endaspælinum í næstbestu donsku deildini, har hann eisini hevur spælt vinstri vongbakkur.
Meinhard hevur tvey málstig fri Kolding higartil. Hann hevur, sambært Transfermarket, spælt níggju dystir. Allir hava verið frá byrjan, og í teimum flestu hevur orkuríki runavíkingurin spælt 90 minuttir.
Tað gjørdi hann eisini í 2-0 sigrinum móti Horsens í gjár. Hetta verður tó seinasti dystur hjá Meinhardi Egilsson í hesum kappingarárinum, hóast fimm umfør resta í.
Tað skrivar føroyingurin sjálvur á sosialu miðlunum í dag. Við Portalin sigur Meinhard Egilsson Olsen, at neyðugt er við skurðviðgerð nú.
- Ein sena í tí eina fingrinum er slitnað. Eg havi bíðað í eina tíð, men um eg ikki fari undir skurð nú, so verður fingurin ongantíð tann sami aftur.
Harvið tarnar ein skaði í fingrinum fótbóltin í eina tíð. Tíverri kann tað eisini ganga útyvir landsliðið, sum Meinhard Olsen altíð er við, tá hann er tøkur.
Meinhard sigur í kvøld, at møguliga kemur EM-undankappingardysturin móti Gibraltar á Tórsvølli 9. juni ov tíðliga fyri hann. Hetta er tó óvist enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald