Fótbóltur

Meinhard sendi Kristiansund víðari

Ruvaíkingurin skoraði sítt fyrsta mál í Noregi, Rógvi Baldvinsson skoraði móti sínum gamla felagið í stórsigri - hini bæði føroyingaliðini komu eisini víðari.

Meinhard skoraði debutmál og sigursmál í norsku steypakappingini - Mynd: EPA

Meinhard skoraði debutmál og sigursmál í norsku steypakappingini - Mynd: EPA

2019-05-02 12:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta umfar í norsku steypakappingini varð leikt í gjárkvøldið. Øll liðini við føroyskum leikarum komu víðari.

Tað var serliga Meinhard Olsen, ið gjørdi um seg. Hann skifti úr B36 til Kristansund í vetur, og 22-ára gamli álopskendi leikarin roynir nú at sláa ígjøgnum í norskum fótbólti. Meinhard tók eitt stig rætta vegin, tá hann skoraði ímóti Herd úr fjórðbestu deildini í gjárkvøldið. Málið kom stutt fyri hálvleik, og hetta var einasta málið í dystinum. Harvið gjørdist Meinhard Olsen matchvinnari, og Kristiansund er víðari til 1/32 finalurnar.

Tað eru Gilli Rólantsson og Brann Bergen eisini. Brann vann 6-1 á Arna-Bjørnar úr triðbestu deildini. Tvørámaðurin á liðnum legði upp til fyrsta málið. Ein annar landsliðleikari var eisini við í stórsigri. Rógvi Badvinsson skoraði til 5-0 ímóti sínum barndómsfelagið, Ålgard, ið hevur pápa Rógva sum liðleiðara. Bryne vann heili 9-0- Tá Rógvi Baldvinsson varð útskiftur í 74.minutti, kom Pål Fjelde inn. Hann spældi seinnu hálvu av 2017 við 07 Vestur.

Fjóði føroyingurin í norskum fótbólti, Odmar Færø, var ikki við, tá HamKam vann 1-0 á Ottestad. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder