Sunnudagin varð Meinhard Egilsson Olsen kunngjørdur í sínum nýggja felagi, Kolding IF.
Les eisini: Meinhard Egilson Olsen skiftir til danskan fótbólt
Nú er hann komin í gongd í Kolding, og fekk kraftmikli vongurin eina góða byrjan í sínum fyrsta venjingardysti.
Hetta var í gjár, hósdagin, har Meinhard varð skiftur inn og skoraði seinasta málið í 3-1 sigrinum. Hetta var seint í dystinum móti Skive.
Skive spælir eina deild undir Kolding, sum er í næstbestu donsku deildini. Liðið hjá 27-ára gamla føroyska landsliðsspælaranum er í løtuni á 7. plássi - beint undir Hillerød - í næstubestu donsku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald