Annað

Meistaradeildin á flog aftur

Um vikuskiftið byrjar flogbóltsárið av álvara.

2018-09-28 10:14 Author image
Innsent
placeholder

Um vikuskiftið byrjar flogbóltsárið av álvara. Seinasta vikuskifti var FK-Cup í Havn, og har vóru øll Meistaradeildarliðini við. Fleyr vann kappingina hjá bæði kvinnum og monnum, so eingin ivi er um, at verandi greipuvinnarar úr Fleyr hjá kvinnunum ætla sær gullið aftur og eru tær, ið allar hinar skulu renna aftaná aftur hetta kappingarárið.

At menninir í Fleyr so eisini vunnu, var kanska ikki so upplagt, men teir hava styrkt seg við útlendskum leikara og venjara, og tað tykist muna væl. 

Dystirnir hetta vikuskiftið eru hjá kvinnunum hesir:

 

 

KÍF, sum nú í fleiri umførum hava ligið framvið bæði í steypakappingini og landskappingini taka á heimavølli ímóti einum ungum Mjølnir-liðið. Hetta er dystur, ið KÍF skal vinna og helst greitt fyri at prógva, at tær hetta kappingarárið kunnu vinna seg heilt fram í oddin. 

Í hinum dystinum tekur TB ímóti Drátti. Bæði liðini høvdu heldur vánaliga landskapping seinast, og skulu bæði feløgini helst standa seg betur hesaferð. 

 

 

Hjá monnunum er fult umfar, og føroyameistararnir úr ÍF fara til klaksvíkar at dystast við Mjølnir, sum endaði nr. 2 seinasta kappingarár. Júst Mjølnir kemur til hetta kappingarárið nógv styrkt við útlendskum leikandi venjara og so hava teir eisini fingið fatur í helst besta leikara seinastu nógvu árini. Nevniliga Trygva Hansen úr ÍF. Hetta ger, at Mjølnir í ár kemur at vera favorittur til gullið frá byrjan, og teir kunnu so hóskandi prógva tað ímóti verandi føroyameistarum leygardagin. 

Hin dysturin er ímillum SÍ og Fleyr, og hesir dystir plaga at vera tættir og spennandi. SÍ byggir framvegis á ungar og sera evnaríkar leikarar, har Fleyr hevur eina heldur breiðari samanseting millum ungar og royndar leikarar. Út frá FK-Cup er Fleyr favorittur, men SÍ í Sørvági er ongantíð lætt, so væntast kann javnur og spennandi dystur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder