Fótbóltur

Meistararnir úr Danmark og Noregi skulu stríðast fyri bólkaspæli

Play-off umfarið í Champions League byrjar í kvøld. Bæði Bodø/Glimt og FCK eru á heimavølli og eru í favorittleikluti móti ávíkavist kroatisku og turkisku meistarunum.

Bodø/Glimt var í fjórðingsfinaluni í Conference League síðsta kappingarár - nú vilja norsku meistararnir skapa stór úrslit í tí heilt stóru kappingini (Mynd: uefa.com)

Bodø/Glimt var í fjórðingsfinaluni í Conference League síðsta kappingarár - nú vilja norsku meistararnir skapa stór úrslit í tí heilt stóru kappingini (Mynd: uefa.com)

2022-08-16 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heiðurin. Mæti. Peningurin. Alt hetta er uppá spæl hjá teimum tólv liðunum, sum í hesari vikuni og í næstu viku skulu stríðast fyri plássi í Champions League-bólkaspælinum 2022.

Seks pláss eru uppá spæl, og teir fyrstu tríggir dystirnir eru á skránni í kvøld. Kickoff er klokkan 20, og í Glasgow er spennandi dystur millum liðini, sum endaðu nummar tvey í ávíkavist Skotlandi og Niðurlondum síðsta kappingarár: Rangers og PSV.

Í Norðurlondum er tó størri fokus á dystunum í ávíkavist Keypmannahavn og Bodø. Meistaranir úr Danmark og Noregi skulu royna at vinna seg til "lovaða landið", og til tað krevst helst eitt gott útgangsstøði til torføru útidystirnar í næstu viku. Bodø/Glimt og FCK verða bæði mett at vera lítil favorittur í kvøld í heimadystinum. Tað eru ávíkavist Dinamo Zagreb, meistaraliðið úr Kroatia, og turkisku meistararnir, Trabzonspor, ið vitja.

Yvir 100 milliónir danskar krónur koma í kassan, um tað eydnast at spæla seg víðari úr hesum seinasta undanumfarinum, so fíggjarligi vinningurin er ein stór gularót - eins og tann spennandi ítróttarliga avbjóðingin er. Danmark er hægri á UEFA-styrkislistanum, og tí kemur FCK inn í kappingina nú. Bodø/Glimt hevur spælt seg víðari tríggjar ferðir fyri at koma í play-off umfari - líkamikið um liðini tapa nú, so fáa tey eitt evropeiskt bólkaspæl: Europa League.

Tað hevur verið meira vanlgit seinastu árini, at donsk lið koma í Champions League-bólakspælið. FC Midtjylland var har í 2020, og FCK hevur verið fýra ferðir. Fyrstu ferð var í 2006, og seinast var í 2016. Fyri tveimum árum síðani kom FCK  í fjórðingsfinaluna í Europa League, har Manchester United gjørdist endastøðin eftir longda leiktíð.

Bodø/Glimt var í einari evropeiskari fjórðingsfinalu fyrr í ár. Roma gjørdist samanlagt ov sterkt, men stórir sigrar á júst Roma, Celtic og AZ Alkmaar í Conference League vóru við til at av álvara seta liðið úr Norðurnoregi, sum hevur vunnið norska meistaraheitið seinastu tvey árini, á fótbóltskortið í Evropa. NM í 2020 og 2021 eru tey einasti í søguni hjá yvir 100-ára gamla felagnum, og nú skal Kjetil Knutsen royna at taka liðið eitt søguligt fet víðari. Tað eru 15 ár síðani, at eitt norskt lið var í Champions League-bólkaspæli; tað var seinastu ferð higartil, at Rosenborg var, og tá eydnaðist tvær ferðir at vinna á Valencia. Rosenborg var heili átta ferðir á rað í bólkaspælinum og hevur verið við ellivu ferð - Molde hevur verið við einaferð - og fekk nógv stór úrslit móti millum annað Milan, Juventus, Real Madrid; tey flestu á Lerkendal í Trondheim, ið var ein góð borg.

Bodø/Glimt er eisini ógvuliga sterkt á heimavølli, og Aspmyra er nú fyri fyrstu ferð skrýdd í Champions League-litir og búmerki. Liðið er í løtuni nummar tvey í Eliteseriuni - fimm stig frá fyrsta plássinum. Verri gongst hjá FCK, ið søguliga er sterkt á heimavølli í evropeiskum heimadystum. Høvuðsstaðarfelagið hevur tapt tríggjar út av fimm dystum higartil í Superliguni, men nú skal Jess Thorup venda gongdini í sínum higartil størsta dyst fyri felagið, ið hevur staðið seg best undir norska Ståle Solbakken. Í donskum miðlum er spenningurin, sum vera man, stórur, og vónirnar eru eisini góðar - líknandi er í Noregi.

Svensku meistararnir, Malmo FF, fóru út í 2. umfari  og stríðast nú fyri Europa League-bólkaspælið.

Champions League Play-off
Í dag - Týsdagin 16.08 (Allir dystirnir byrja klokkan 20.00)

FCK - Trabzonspor (TV3+/Viaplay)
Bodø/Glimt - Dinamo Zagreb (TV3 MAX/Viaplay)
Rangers - PSV (TV3 Sport/Viaplay)

Í morgin - mikudagin 17.08

Qarabag - Viktoria Plzen
Dynamo Kiev - Benfica
Maccabi Haifa - Reyða Stjørna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder