Lagt varð upp til ein spennandi dyst á Etihad Stadium, tá Everton fyrr í dag var á vitjan hjá meistarunum úr Manchester City.
Everton varð mett sum eitt av liðunum uttanfyri tey “seks stóru”, sum høvdu møguleika at vinna stig frá Manchester City, men hetta eydnaðist ikki. Manchester City vann ein tryggan 3-1 sigur á heimavølli.
Gabriel Jesus legði heimaliðið á odda longu eftir 22 minuttum, tá Leroy Sane sendi hann avstað. Gabriel Jesus var sikkur og legði Manchester City á odda.
Fimm minuttir inn í seinna hálvleik var tað aftur Leroy Sane, sum legði upp til Gabriel Jesus, tá hesin skoraði sítt seinna mál í dystinum. Sane legði eitt innlegg, sum Gabriel Jesus flott skallaði í málið.
Tíggju minuttir seinni minkaði Dominic Calvert-Lewin um munin, tá hann skallaði eitt innlegg frá Lucas Digne í málið.
Men longu fýra minuttir seinni, í 69. minutti, var munurin aftur tvey mál, tá ein tann besti leikarin í Premier League í ár, Raheem Sterling, skoraði triðja málið hjá Manchester City. Fernandinho legði ein flottan bólt inn fyri málið, sum Sterling lættliga skallaði í málið.
Við sigrinum er Manchester City aftur nummar eitt í Premier League, men tann heiðurin hevði Liverpool møguleika fyri at taka aftur í morgin, tá Manchester United kemur á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald