Í teimum báðum dystunum ið byrjaði klokkan 15.00 komu heili 14 mál. Tað var undirhald í klassikaranum, har HB var omaná, og føroyameistararnir gjørdist teir fyrstu í ár til at vinna á KÍ. Í Hólmanum helt EB/Streymur málveistlu, og Klæmint Olsen sló til heilar fimm ferðir - metmálskjúttin í føroyskum fótbólti hevur ongantíð gjørt hetta fyrr.
Fyrstu løtuna í stórdystinum var tað heldur varið, men bæði liðini komu til vandamiklar støður, og m.a. hevði KÍ ein duppult møguleika í smaband við hornaspark, har stongin varð rakt. Tað lá tó ikki í luftuni, at fýra mál fóru at komu í 1. hálvleiki, men tað komu fýra uppá fimtan minuttir, har HB vísti kynismu; m.a skoraði Adrian Rúnasson Justinussen við góðum og serligum frísparki. KÍ fekk svarað aftur stutt fyri hálvleik, og helt spenninginum í dystinum fram til tá Dan í Soylu økti við sínum øðrum málið lítið korter fyri leiklok.
Talan var avgjørt um ein uppibornan sigur til HB; heimaliðið hevði tríggar stórar møguleikar at økja áðrenn 4-1 málið. Oddaliðið fall ikki saman, men fekk í løtum ikki heilt tamarhald á væluppløgdu meistarunum, og hevði truplari við at skapa møguleikar í dag enn í undanfarnu dystum - Kí saknaði týðiliga dugnaliga og dynamiska norska miðvallaran, Simen Sandmæl, ið hevði leikbann. Við sigrinum er HB væl við í oddastríðnum, ið er ógvuliga tætt. Arvafíggindarnir hittast aftur til seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið í Klaksvík hóskvøldið.
Á Eiði skoraðu bæði liðini uppá sítt fyrsta álop. Munurin eftir hetta var stórur. Klæmint skoraði heili fýra ferðir afturat, meðan heimaliðið ikki fekk eitt bein til jørðina. NSÍ leikti ein sera góðan dyst, og vísti at liðið gjarna vilja bjóða av heilt uppi í oddinum. Tað gjørdist heilt ljótt hjá EB/Streymi, og tað kundi verið verri. Útiliðið skapti sera nógvar málmøguleikar, og misnýtti m.a eitt brotsspark beint fyri steðgin. NSÍ vann fimta dystin á rað, og er nú bert eitt stig frá KÍ.
Júst nú er botndysturin á Argjum farin í gongd.
10. umfar:
EB/Streymur -NSÍ 1-8 (1-5)
1' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
2' Steffan Løkin 1-1
9' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
29' Klæmint Andrasson Olsen 1-3
37' Klæmint Andrasson Olsen 1-4
40' Jann Benjaminsen 1-5
52' Klæmint Andrasson Olsen 1-6
70' Pól Jóhannus Justinussen 1-7
82' Magnus Hendriksson Olsen 1-8
HB - KÍ 4-1 (3-1)
28' Dan í Soylu 1-0
33' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
36' Ari Mohr Olsen 3-0
43' Jóannes Bjartalíð 3-1
77' Dan í Soylu 4-1
17.00: AB - TB (Fylg gongdini á heimasíðu okkara)
Fríggjadagin 17/5:
Skála - B36 1-2 (1-1)
26' Niels Pauli Danielsen 1-0
28' Benjamin Heinesen 1-1
69' Brian Jakobsen 1-2
ÍF - Víkingur 0-4 (0-3)
19' Gunnar Vatnhamar 0-1
22' Sjálvmál 0-2
25' Andreas Lava Olsen 0-3
64' Filip Djordjevic 0-4
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (23 stig)
2. NSÍ (22 stig)
3. B36 (21 stig)
4. Víkingur (20 stig)
5. HB (18 stig)
6. Skála (15 stig)
7. TB (8 stig) *
8. EB/Streymur (7 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) *
*Ein dyst færri
Fótbóltur
Meistaraspæl í Gundadali - skrædl á Eiði
HB setti oddaliðið uppá pláss í góðum fótbóltsdysti. NSÍ og Klæmint Olsen vóru eirindaleysur móti EB/Streymi.
Klæmint Andrasson Olsen skoraði fimm mál í stórsigrinum hjá NSÍ - HB basti oddaliðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-05-19 17:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald