Tað eru spennandi tíðir hjá føroysku hondbóltsútisetunum í danska høvuðsstaðnum. Nú fýra umfør eru eftir at spæla.
Kvinnurnar spæla í Serie 1, men eftir eitt sannførandi kappingarár, har fyrsti ósigurin ikki kom fyrrenn fyri einari viku síðani í tíggjunda dysti. ÍF Føroyar er oddalið hevur beinleiðis kós móti "kvalifikationsrækken", har besta kvinnuliðið ofta hevur spælt fyrr, og uppflytingin kann so at siga koma í hús í kvøld við sigri í fjórðseinasta umfari. Á liðnum er fleiri, sum hava verið við til at myndað bestu føroysku deildina seinastu árini.
Hjá monnunum er uppflyting til eina deild á lutfalsliga høgum støði uppá spæl. Tað eru eisini fýra dystir at spæla um, og um tað gongst væl, skal besta mansliðið í apríl spæla uppflyting til triðbestu donsku deildina sum tvey'ari í deildini - um tað gongst heilt væl, so kann tað eydnast at vinna sær beinleiðis uppflyting við at vinna 3. División.
13. mars er oddadystur á skránni móti Dianalund/Tersløse á útivølli - hetta liðið er tvey stig frammanfyri ÍF Føroyar, sum liggur á 2. plássi. Hinir tríggir dystirnir, ið eru eftir fyribils, eru allir heimadystir. Teir hava tvær felagsvenjingar saman, men so at siga allir hava fitt av, ella nógvar, royndir frá bestu føroysku deildini og eisini í landsliðshøpi. Eirikur Simonsen, Julian Olsen, Rune Olsen, Tummas Pauli Hanusarson og Rasmus Müller eru millum teir, ið hava spælt á besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum í ár - Hørður Trygvason og Mikkjal Hansen eru málverjarnir.
Síðst menninir hjá ÍF Føroyum spældi í triðbestu deildini var í 2014/2015, tá liðið var mannað av fleiri landsliðsleikaruum. Umframt omanfyrinevnda Tummas Paula var Tróndur Kragesteen ein av teimum, ið var við tá. Í tí kappingarárinum kom liðið eisini langt í steypakappingini við millum annað við at vinna á liðum úr 1. Division.
Venjingarnar taka leikarar í felagnum sær av sjálvir. Hjá monnum er tað í løtuni mest Bartal Klein Olsen, ið stendur fyri teimum. Fyrrverandi Kyndla-leikarin fekk ein álvarasaman knæskaða í fjør, men verður aftur á vøllinum næsta kappingarár. Vant verður í Sundbyøsterhallunum, beint við Amagerbrogade, ella í Sundbyvester - beint við leikvøllin hjá fótbóltsliðnum Fremad Amager. Bæði støðini eru ein stuttan súkklutúr frá Oyrasundskollegiinum, har nógv av teimum, ið spæla við liðunum, búgva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald