Fótbóltur

Messi hevur sagt farvæl - Barcelona hevur ikki ráð til hann

Partarnar vórðu samdir um ein nýggjan sáttmála, men hann kundi ikki skrásetast hjá La Liga orsakað av ov nógvari skuld. 34-ára gamli argentinin var ógvuliga kensluborin á tíðindafundi fyrr í dag - næsta felag hansara verður mest sannlíkt PSG.

Eftir 778 dystir, rímiliga nær við eins nógv mál, og eina ørgrynnu av steypum og gandakendum løtum í FC Barcelona er tað nú liðugt. Tann heldur óveruliga løtan, tá Lionel Messi takkaði fyri seg kom í dag (Mynd: EPA)

Eftir 778 dystir, rímiliga nær við eins nógv mál, og eina ørgrynnu av steypum og gandakendum løtum í FC Barcelona er tað nú liðugt. Tann heldur óveruliga løtan, tá Lionel Messi takkaði fyri seg kom í dag (Mynd: EPA)

2021-08-08 22:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lionel Messi hevur havt eitt ógvuliga hendaríkt summar. Fyri beint undir einum mánaði síðani vann hann sítt fyrsta steyp fyri Argentina. 34-ára gamli gandakallurin kundi á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro lyfta Copa America steypið eftir 1-0 finalusigur á Brasil.

Tá hevði Messi verið sáttmálaleysur í yvir eina viku, men tað varð í fleiri mánaðir væntað, at hann og FC Barcelona fóru at semjast um ein nýggjan sáttmála - hetta hóast Messi seinasta summar segði seg vilja úr felagnum og býnum, har hann hevur verið í nú beint yvir tjúgu ár.

Tað sleppur hann eisini, men tað er ikki eftir ynski frá stjørnuni ella felagnum. Partarnir vórðu samdir um ein nýggjan fimm-ára sáttmála í summar, har sum Messi sum skilst fór at verða knýttir at felagnum til og við summarið 2023 men skuldi fáa løn til og við 2026, men La Liga loyvdi ikki hesum. FC Barcelona hevur havt stórar fíggjarligar avbjóðingar seinastu árini, og katalanska felagið slapp ikki at skráseta sáttmálan orsakað av so nógvari skuld.

[object Object]
Messi hevur mangan verið óvanliga trupul hjá verjuleikarum at fáa fatur á...

[object Object]
...hann skoraði næstan 700 skrásett mál fyri FC Barcelona...

[object Object]
... áðrenn hann varð noyddur at takka fyri seg (Myndir: EPA)

FC Barcelona boðaði hósdagin frá, at Messi varð noyddur at fara úr felagnum, men tað er sum um, at hetta ikki hevur verið sannlíkt kortini, og nógvi viðmerkjarar hava væntað, at hetta bert var eitt spæl frá Barcelona - ein háttur at leggja trýst á La Liga. Men í morgun stóð Messi so har á tíðindafundi, har hann takkaði fyri seg í felagnum, og tað kundi næstan tykjast óveruligt. Hann græt, áðrenn hann byrjaði og brúkti síðani tíð til at takka familju, felagnum o.s.fr., og sló fleiri ferðir fast, at hann ynskti at halda fram í felagnum, sum hann hevur umboðað síðani hann var 13-ára gamal. Tað lat seg so ikki gera - hóast hann hevði sagt ja til at fara niður í løn o.s.fr - og Lionel Messi lýsti tað sum ein skelk, tá honum gjørdist greitt, hvat La Liga hevði boðað FC Barcelona frá.

Til ber at síggja allan tíðindafundin á youtube-síðuni hjá FC Barcelona

Stóri spurningurin er so: Hvar fer ein av teimum allarbestu fótbóltsleikarunum nakrantíð nú? PSG hevur seinastu dagarnar verið nevnt sum fremsti favoritturin. Franska høvuðsstaðarfelagið hevur í summar styrkt seg við Sergio Ramos, Gianluigi Donnarumma, Georginio Wijnaldum Achraf Hakimi, og Neymar hevur millum annað sagt, at hann ynskir at spæla saman við Messi aftur. PSG hevur peningin og stórt ynski um at vinna Champions League, og ymsir útlendskir miðlar skriva, at Messi hevur fingið eitt sáttmálatilboð frá felagnum. Á tíðindafundinum í dag vildi argentinin heldur ikki avnokta, at júst PSG var uppá tal.

Í FC Barcelona hevur Lionel Messi verið heilt stóra stjørnan líka síðani Pep Guardiola tók yvir í 2008. Spælið varð bygt upp kring hann, og saman við fleiri øðrum frálíkum leikarum, ið vóru uppaldir í La Masia - serliga Xavi, Iniesta, Busquets og Pedro - var Messi høvuðsorsøkin til, at Barcelona á sponskum og evropeiskum fótbólti í nøkur ár. Seinastu árini hava verið tung, tá tað snýr seg um Champions League, men samanlagt hevur Messi vunnið størstu evropeisku kappingina fýra ferðir, sponsku landskappingina kappingina tíggju ferðir, og Copa del Rey sejy ferðir. Júst í sponsku steypakappingini vann Lionel Messi ta steypið, ið gjørdist hansara seinasta í FC Barcelona. Maðurin ið hevur rúnarbundið so mong kring heimin spældi 778 skrásettar vaksnamannadystir fyri FC Barcelona og skoraði heili 672 mál. Hann hevur veirð kosin heimsins besti leikari seks ferðir - í 2009, 2010, 2011, 2012, 2015 og 2019

[object Object]
Í apríl fekk Messi steypið handað frá spanska konginum Felipe VI - nú stendur hetta sum ein heilt søgulig løta (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder