FC Barcelona tók týskvøldið ímóti Atletico Madrid í La Liga. FC Barcelona hevði tørv á øllum trimum stignum, um teir skuldi halda trýstið á Real Madrid, sum er í stórformi.
Tað byrjaði væl fyri Barcelona, tá Digeo Costa var óheppin og stútaði bóltin í egið mál eftir eitt hornaspark, tá ellivu minuttir vóru leiktir. Men ber átta minuttir seinni javnaði Saúl uppá brotsspark til 1-1, sum eisini var støðan í steðginum.
Fimm minuttir inn í seinna hálvleik skeyt Lionel Messi sítt mál nummar 700 sum yrkisleikari, tá hann frá ellivu metra blettinum skoraði eitt “Panenka” brotsspark.
Tólv minuttir seinni kom Saúl enn einaferð á máltalvuna, tá hann við enn einum brotssparki javnaði til endaliga úrsliti 2-2.
Javnleikurin kom ikki væl við hjá Barcelona í stríðnum um spanska meistaraheitið, har teir liggja eitt stig aftanfyri Real Madrid, sum hevur ein dyst til góðar. Atletico Madrid liggur nummar trý, ellivu stig aftanfyri Barcelona og 2 stig frammanfyri Sevilla á fjórða plássi.
33 ára gamli Lionel Messi hevur skorað 630 mál fyri FC Barcelona og 70 mál fyri Argentinska landsliðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald