Fótbóltur

Michal Przybylski: - Eg vil eisini sleppa at smakka gull

- Eg vildi fegin hava eina nýggja ítróttarliga avbjóðing, og tað er neyvan nøkur størri avbjóðing her í landinum enn at royna at vinna sær pláss á liðnum hjá greipuvinnarunum, sigur nýggi leikarin hjá HB.

Michal Przybylski sigur við heimasíðuna hjá HB, at liðið hjá HB er kanska tað sterkasta í fleiri ár, og at professionella tilgongdin í felagnum hugtekur hann (Mynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski sigur við heimasíðuna hjá HB, at liðið hjá HB er kanska tað sterkasta í fleiri ár, og at professionella tilgongdin í felagnum hugtekur hann (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-16 09:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skifti millum B36 og HB síggja vit ikki á hvørjum degi, men hetta er ikki tað sum liggur fremst í huganum hjá Michal, nú hann hevur valt at flyta nakrar metrar longur norð.

Soleiðis skrivar HB á heimasíðu sínari, eftir at tað er kunngjørt, at 22-ára gamli álopskendi miðvallarin hevur skift frá grannunum B36.

– Tað er fyrst og fremst tað ítróttarliga ið telur. Eg vildi fegin hava eina nýggja ítróttarliga avbjóðing, og tað er neyvan nøkur størri avbjóðing her í landinum enn at royna at vinna sær pláss á liðnum hjá greipuvinnarunum. Og so er tað sjálvandi tann professionella tilgongdin í HB, sum hugtekur meg, sigur Michal Przybylski við hb.fo.

[object Object]Michal Przybylski saman við Tummas Juul Sólbjørnsson Thomsen (Mynd: hb.fo)

Leikarin við 112 dystum í Betrideildini sigur, at hann fyrst skal hugsavna seg um at koma inn á sterka liðið - síðani snýr tað seg um menning og sjálvandi at vinna: 

– Fyrsta avbjóðingin er, at royna at vinna mær pláss á tí liðnum sum var sterkast í 2020 - ja kanska tað sterkasta í fleiri ár. Málið er at spæla so nógv sum gjørligt, og at mennast sum leikari. Eg vil gera mun við mínum dygdum og vónandi vera við til at vinna. Eg vil eisini sleppa at smakka gull, leggur hann brosandi afturat.

Heimasíðan hjá HB skrivar til seinast, at hóast dygdirnar hjá Michal hava verið eyðsýndar í fleiri ár, og hóast hevur ment seg til at vera ein profil í Betri-deildini, , síggja bæði hann og Jens Berthel Askou, venjari, at tað er pláss til betringar.

– Vit hava sjálvsagt tosað um mínar styrkir, og hvar eg kann gera mun. Men vit hava eisini tosað um mínar veikleikar, og um hvar eg kann betra meg, soleiðis at eg kann gerast ein enn betri fótbóltsspælari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder