Fótbóltur

B36-málslúkur fer til grannarnar

22 ára gamli Michal Przybylski skiftir til HB.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-15 20:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Michal Przybylski sum seinastu árini hevur spælt fyri B36 skiftur nú hvíta búnan út við reyða og svarta búnan hjá grannunum og Føroyameistarunum í HB.

Hesum boðar HB frá í kvøld.

Síðani 2018 hevur hann spælt við B36, og kviki álopskendi miðvallaleikarin hevur verið eyðsýndur, og hevur tíðum verið at sæð á máltalvuni.

Á Faroesoccer er Michal Przybylski, sum beint eftir jól fyllir 23 ár, kappingarárið 2019 skrásettur fyri 12 mál í 29 dystum.

[object Object](Mynd: Havnar Bóltfelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder