2022-01-23 21:16
Tað bleiv ikki meira enn eitt ár í HB hjá 24 ára gamla Michal Przybylski. Nú hevur hann aftur skrivað undir við B36, og verður at síggja í hvítum hetta kappingárið.
Hesum boðar B36 frá í kvøld.
Michal kom til B36 á sumri í 2018 og leikti við B36 til og við kappingarárið 2020, tá hann fór til grannarnar í HB at spæla.
Michal Przybylski hevur áður eisini umboðað B36 og Skála í bestu mansdeildini.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
(Mynd: B36)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald