Um eina løtu fer heilt stóri dysturin hesa vikuna í gongd. HB og B36 bresta saman á Tórsvølli.
Tað kemur heldur óvart á, at bæði Jógvan Rói Davidsen og Bartal Wardum byrja á bonkinum hjá HB. Sum skilst hevur Bartal tó ein skaða í rygginum at drigast við. Heðin Hansen er við aftur frá byrjan. Hann spælir í miðverjuni saman við 17-ára gamla Samuel Chukwudi, ið spælir í sínari fyrstu grannauppgerð. Heri Hjalt Mohr byrjar á høgra bakki. Á fremstu plássunum koma tríggir menn inn í byrjanaruppstillingina. René Shaki Joensen og Pætur Petersen byrja inni aftur, og danin Mikkel Dahl spælir sín fyrsta dyst fyri HB. Øssur Dalbúð er við aftur á bonkinum.
Hjá B36 er tað ein smeitur, at Michal Przybylski, ið hevur skorað átta mál í ár, ikki er førur fyri at spæla. Álopskendi miðvallarin noyddist út við skaða í dystinum móti KÍ her fyri ellivu døgum síðani, tá B36 vann 6-2 og Michal skoraði tvey mál. Annars er einki, ið loypir hvøkk á hjá B36, har góð kort kunnu setast inn frá bonkuinum.
Soleiðis síggja liðini út til slagið um Havnina:
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson (L) - Heri Hjalt Mohr, Heðin Hansen, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Dan í Soylu - René Shaki Joensen, Mikkel Dahl, Pætur J. Petersen
Bonkur: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Ási Dam, Hilmar Leon Jakobsen, Øssur Dalbúð, Áki Samuelsen
B36 (4-3-2-1): Rói Mørk Hentze -Benjamin Heinesen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Erlendur Magnusson, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel
Bonkur: Símun Rógvi Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Bjarni Petersen, Hugin Samuelsen, Hannes Agnarsson, Andreas Thomsen, Brian Jakobsen
Fyrsta bríksl á Tórsvølli er klokkan 19.00. Fylg við støðuni á forsíðuni hjá Portalinum.
Støðan í oddinum
1. NSÍ (32 stig) *
2. HB (31 stig)
3. KÍ (29 stig) *
4. B36 (28 stig)
*Ein dyst fleiri
Les eisini: Slagið um Havnina er slagið um sera týdningarmikil stig í oddinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald