Fótbóltur

Slagið um Havnina er slagið um sera týdningarmikil stig í oddinum

HB kann økja um munin, men B36 kann við sigri koma undir liðuna á grannunum.

HB vann 4-2 tá liðini hittust í 5. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann 4-2 tá liðini hittust í 5. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-23 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Minni enn eina viku áðrenn ólavsøku hittast tey stóru feløgini í høvuðstaðnum til oddabrak á Tórsvølli. Tað snýr seg um rættin at kunna prika og arga grannan, at kunna ganga við høvdinum høgt í Gundadali og á gøtuni, tað snýr seg um stoltleika og so sanniliga eisini um trý týdningarmikil stig.

B36 er trý stig aftanfyri HB og hevur nakað at hevna frá dystinum 1. juni, tá HB uppiborið vann 4-2 í einum undirhaldandi dysti, har Alex Mellemgaard bæði skoraði uppá brptsspark og fekk reytt kort. Tá skein sólin eisini í høvuðsstaðnum, og tað var ein rúgva av fólki til grannauppgerðina. Tað verður tað eisini í kvøld, men munurin er, at hendan uppgerðin verður á Tórsvølli. Hetta er av tí, at nýtt graslíki verður lagt á Ovara vøll, og at ymsar ábøtur verða gjørdar kring vøllin.  

Sí eisini: Pætur Petersen: - Eg veit ikki eingongd hvat eg skal siga
             Sonni Ragnar: HB vann uppiborið

HB skal royna at leggja seg á odda í Betrideildini aftur. NSÍ tók oddasessin við 1-0 sigri á Skála í gjár. Fyritreytirnar eru heldur betur enn tær hava verið í seinastuni hjá oddaliðnum, tí Heðin Hansen er við at koma heilt fyri seg, og Pætur Petersen verður í øllum førum í hópinum aftur í kvøld. Nýggi danski áleyparin hjá Mikkel Dahl fær sína debut í grannauppgerðini.

[object Object]
Pætur Petersen skoraði tvær ferðir, seinast liðini hittust (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Michal skoraði eisini - ivasamt er, hvønn leiklut hann kann spæla í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg hevur havt so at siga sama hóp tøkan í fleiri vikur. Størsta ivamálið í kvøld er Michal Przybylski. Álopskendi miðvallarin hevur í ár skorað átta mál, næstflest í Betrideildini. Tá B36 fyri ellivu døgum síðani vann 6-2 á KÍ, skoraði Michal tvey mál men fekk eisini ein skaða ið møguliga heldur honum úti í kvøld. B36 hevur skorað flest mál í deildini - heili 39 mál í 12 dystum - og talan kann gerast um eina sera undirhaldandi og spenanndi grannauppgerð í kvøld.

Vit eru til staðar á Tórsvølli við myndatólinum og dagføra beinleiðis harfrá. Eftir dystin gera vit samrøður og taka samanum. 

19.00: HB - B36



Støðan 
1. NSÍ (32 stig) *
2. HB (31 stig) 
3. KÍ (29 stig) *
4. B36 (28 stig)  
5. Víkingur (20 stig) 
6. ÍF (19 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) 
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig) *
10. Skála (1 stig) *

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder