Tveir dystir í Betrideildini eru leiktir í kvøld. Talan er um framskundaðar dystir frá 18. umfari í samband við evropeisku luttøkuna hjá føroysku liðunum.
KÍ og NSÍ vóru stórfavorittar móti ávíkavist AB og Skála á heimavølli, men vóru merkt av, at nakrir lyklaleikarar ikki spældu við. Liðini í oddinum fingu ikki sítt spæl heilt at koyra í kvøld, og argjamenn og teir av vestara armi av Skálafjørðinum stríddust sera væl í torføru uppgávunum á útivølli.
Harvið var tað langt frá at enda við eins stórum muni, sum tað gjørdi, tá hesi liðini hittust í 5. umfari 1. juni. Tá vann KÍ 6-0 á Argjum og NSÍ 4-0 á Skála, og munurin kundi eisini verið nakað størri í teimum dystunum. Ístaðin fyri 0-10 samanlagt varð tað 3-0 samanlagt, og tað vóru fleiri jalig ting hjá AB og hjá Skála at taka við.
KÍ gjørdi nóg mikið til at vinna dystin fyrstu 28 minuttirnar. Dysturin var ikki meira enn farin í gongd, tá Odmar Færø legði bóltin inn í brotsteigin, har Jonn Johannessen slapp leysur av Sørini Samuelsen og so at siga kundi stúta bóltin í eitt tómt mál, tí Bjarti Vitalis Mørk var komin illa út. AB hevði eina góða roynd í samband við eitt innkast løtu seinni, men KÍ var sterkari og meira vandamikið og økti í 28. minutti. Bjarti hálvbjargaði royndini frá Páll Klettskarð, og so var Boris Dosljak tann, ið var mest til reiðar. Restina av dystinum vóru heldur fáir málmøguleikar; so so hevði heimaliðið hevði tríggjar heilt stórar til at skora til 3-0, og sigurin hjá føroyameistarunum kom ongantíð í vanda, hóast AB til tíðir vísti góðar taktir.
Skála stríddist væl í Runavík, men at enda vóru teir í gulum og svørtum omaná (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í Runavík gjørdist Steffan Abrahamsson Løkin heilt stóra hetjan, tá NSÍ tók ímóti botnliðnum. 19-ára gamli áleyparin hevur fingið møguleikan undir liðuni á Klæminti Olsen, nú Petur Knudsen er úti við skaða. NSÍ hevði stórar trupulleikar av hinum liðnum í Runavíkar kommunu, men miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk Steffan bóltin til vinstru. Hann trekti væl framvið einum Skála-verjuleikara og legði bóltin væl niður í longra málhorn. Við málinum, og sigrinum ið tað gav, er NSÍ nú oddalið, og liðið hjá Glenn Ståhl vann sín fimta dyst á rað - fýra teir seinastu hava verið veirð móti "botn-fýra", og allir eru endaðir við eitt-máls sigri. Í morgin spæla HB og B36 oddadyst á Tórsvølli.
Betrideildin 18. umfar (dystirnir eru framskundaðir frá 28.08)
Mikudagin 22.07
NSÍ - Skála 1-0 (0-0)
67' Steffan Abrahamsson Løkin 1-0
Myndir: NSÍ - Skála
KÍ - AB 2-0 (2-0)
3' Jonn Johannessen 1-0
28' Boris Dosljak 2-0
Myndir: KÍ - AB
Í morgin (23.07)
19.00: HB - B36
Støðan
1. NSÍ (32 stig) *
2. HB (31 stig)
3. KÍ (29 stig) *
4. B36 (28 stig)
5. Víkingur (20 stig)
6. ÍF (19 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig) *
10. Skála (1 stig) *
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald