Köln, Týskland (Portalurin): Seinasta skotið á yrkisleið sínari fyri eitt felag endaði á yvirleggjaran, tá tíðin var farin. 30-31, men fríkast til Aalborg og seinasti møguleiki. Øll vistu hvør skuldu taka, og so at siga øll tey umleið 20.000 fólkini í fullsettu Lanxess Høllini hildu ondini.
Nummar 24 við hárbandinum slepti bóltinum, og hann var heilt nær við at enda í netinum aftanfyri Emil Nielsen. Hóast møguleikin var lítil, so var hetta ein góð mynd uppá Mikkel Hansen í Champion League: Nær við tað heilt stóra, men tað rakk ikki, tá samanum kom. Mikkel Hansen er ein av teimum heilt stóru í hondbóltssøguni, men tíðin sum spælari í felagshondbólti endar súrt. 36-ára gamli danin hevur tapt finalu við Barcelona, PSG og nú eisini Aalborg, ið kundi gerast fyrsti dansk vinnarin nakrantíð í kappingini.
Ein av teimum stóru, ið enn hevur eitt OL eftir. Tað fer altíð at standa eftir, at Mikkel Hansen ikki vann Champions League (Myndir: EPA)
Talan var tó um eitt flott vikuskifti hjá Aalborg, ið fyrst koppaði týsku meistarunum Magdeburg og síðani fylgdi Barcelona allan vegin í finaluni. Barcelona hevði lítla yvirvág í 1. hálvleiki, har Dika Mem gekk á odda fyrstu løtuna. Heldur nógv teknisk mistøk vóru í Aalborg-álopspartinum. Niklas Landin var tó við at halda Aalborg heilt inni - hann hevði fleiri bjargingar enn landsliðsliðfelagin hinumegin. Mikkel Hansen gjørdi eisini sítt í dag: Hann skoraði fleiri góð mál fyri steðgin og samanlagt átta mál - javnsettur toppskjútti við Melvyn Richardson, sum varð kosin mest virðismikli spælarin í kappingini.
Tað var 15-15 í steðginum. Í 2. hálvleiki var talan um nógv brotskøst, har Mikkel Hansen javnaði. Liðini so gott sum skiftust at skora, og Barcelona økti ikki í 2-3 mál, fyrrenn dystarendin nærkaðist. Tá var Emil Nielsen komin væl inn í málið aftur, og álopsspælið fleyt væl. Fraklendingarnir í bakketuni, Mem, Richardsson og N'guessan gingu á odda.
Liðskiparin Dika Mem skoraði sjey mál og lyfti sum tann fyrsti steypið í Köln (Mynd: EPA)
Stór frøi á katalansku áskoðarunum (Mynd: EPA)
Aalborg svaraði tó aftur. Tvær ferðir seinasta minuttin høvdu donsku meistararnir møguleikan at javna, men Barcelona-verjan var sterk. Tá Stefan Madsen hevði sítt seinasta leikbrá sum Aalborg-venjari vóru tólv sekund eftir. Tað eydnaðist tó ikki at seta tað rætt upp á vøllinum, verjan las tað, og so endaði tað við standandi fríkasti, har møguleikin í prosentum at javna og fáa tað í longda leiktíð var heilt lítil.
Barcelona er langt ovast á listanum yvir heiti í Evropa Cup fyri meistarar/Champions League. Hetta var fyri tólvtu ferð samanlagt og triðju ferð seinastu fýra árini, at Barcelona vann. Antonio Carlos Ortega hevur nú vunnið kappingina átta ferðir, og tað er met. Fyrst sum spælari í Barcelona síðst í 90'ununum og í ár 2000 og nú sum venjari síðstu fýra árini.
Barcelona-spælarar fegnast um tólvta gullið í kappingini (Myndir: EPA)
Final Four - finalan
Í dag, sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
Aalborg - Barcelona 31-30 (15-15)
Dystargongdin:
5. min: 2-3
10 min: 5-7
15 min: 7-8
20 min: 8-10
25 min: 12-12
30 min: 15-15
35 min: 18-18
40 min: 20-21
45 min: 22-22
50 min: 25-25
55 min: 27-29
60 min: 30-31
Toppskjúttar: Mikkel Hansen og Melvyn Richardson - átta mál hvør
Fleiri hagtøl her
------------
Bronsudysturin: THW Kiel - Magdeburg 32-28 (23-14)
5. min: 4-1
10 min: 9-6
15 min: 11-7 (16 min: TO - +5)
20 min: 15-9
25 min: 19-12
30 min: 23-14
35 min: 25-17
40 min: 25-19
45 min: 27-22 (-5 fyri fyrstu ferð leingi)
50 min: 28-23
55 min: 30-25
60 min: 32-29
Útvísingar:
THW Kiel: 8
SC Magdeburg: 3
Sí eisini:
Kiel endaði við bronsuni í Champions League
Elias: - Hevur verið ov nógv upp og niður hjá okkum í ár
Dagført: 19.26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald