Hondbóltur

Kiel endaði við bronsuni í Champions League

Góður sigur á týsku meistarunum Magdeburg fyri lítlari løtu síðani. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði ein heilt lítlan leiklut í dystinum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt nógvar góðar Champions League-dystir í ár, men hetta gjørdist ikki heilt hansara vikuskifti. Tó kann føroyingurin fegnast nakað um uppreisn hjá liðnum og bronsuheiðursmerki (Savnsmynd: EPA)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt nógvar góðar Champions League-dystir í ár, men hetta gjørdist ikki heilt hansara vikuskifti. Tó kann føroyingurin fegnast nakað um uppreisn hjá liðnum og bronsuheiðursmerki (Savnsmynd: EPA)

2024-06-09 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin): Kiel var fyri stórum ósigri fyri Barcelona í gjár í hálvfinaluni, men í dag vórðu favorittarnir úr Magdeburg koppaðir. Fyrri hálvleikur var ógvuliga sterkur, har Kiel so at siga avgjørdi alt.

Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ikki inni, og føroyingurin kom ikki inn, fyrrenn tólv minuttir vóru eftir. Tá var Magdeburg byrjað at nærkast aftur. Í tveimum álopum fekk Elias ferð í spælið. Magnus Landon skoraði uppá tað fyrra, og í tí seinna vann nummar 71 eitt brotskast og trekti eina útvísing. Niklas Ekberg brendi tó brotskastið. Nakrar minuttir seinni kom føroyski spælskiparin inn aftur, har hann hevði eitt blokerað skot og eina ógvuliga góða returrenning.

At Elias á Skipagøtu bert spældi nøkur fá álop í bronsudystinum hongur saman við flottu gongdini til nakað inn í 2. hálvleik. Kiel fekk eina flúgvandi byrjan og var á odda við trimum málum tríggjar ferðir innan fyrstu tíggju minuttirnar. Munurin gjørdist so at siga bara størri, sum hálvleikurin leið.

Tá tjúgu minuttir vóru spældir, økti vælspælandi veturanurin Domagoj Duvnjak, ið var sterkur í verjuni, til 16-9 í kontraálopi. Hetta var fyrstu ferð, at tað var pluss sjey til Kiel. Nakrar minuttir seinni økti Eric Johansson til pluss átta (18-10). So tók Bennet Wiegert sítt seinna leikbrá í hálvleikinum og fór til sjey ímóti seks í álopinum.

Hetta hjálpti Magdeburg nakað. Serliga við at koma til fleiri stórar møguleikar. Tað hjálpti tó ikki verjuni, har saknurin í útvísta Christian O'Sullivan var stórur. Norski liðformaðurin fekk eisini beinleiðis reytt kort í gjár fyri harðliga takkling. Munurin í steðginum var níggju mál. Magdeburg hekk betri saman eftir steðgin, og kom tvær ferðir niður á minus trý. Nakrar bjargingar hjálptu, og spælið hjá Kiel var meira stirvið.

Tað var so at siga alt, ið eydnaðist betri hjá Kiel í dag sammett við í gjár. Verjan var sum heild sterk, og Thomas Mrvka í málinum stóð væl. Bjargingar vantaðu allan dystin í gjár; kekkin hjá Kiel hevði níggju bjargingar í fyrra hálvleiki og samanlagt 15. Harav nakrar stórbjargingar og tríggjar uppá brotskøst.

Í álopinum gekk sum smurt at koma til góðar skotmøguleikar fyrstu 35 minuttirnar. Bakkarnir spældu og skutu væl í fyrra hálvleiki, tá tað serliga var eldur í Eric Johansson. 23-ára gamli sviin varð toppskjútti við sjey málum. Vengurnir vóru eisini ógvuliga tryggir. Eingin Emil Nielsen var at taka broddin av teimum. Magnus Landin og Niklas Ekberg brendu ikki nakað skot av vonginum og skoraðu seks hvør. Ekberg brendi sum nevnt eitt brotskast men endaði sína tíð í Kiel væl. Hann fer nú heim til barndómsfelagið Ystads.

[object Object](Skíggjamynd: Handball-kanalen.tv)

Tað ger hann við einum Champions League bronsuheiðursmerki. Eitt slíkt hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu nú eisini. Ein áminning um, at hann til tíðir hevur staðið seg heilt væl í størstu kappingini í 2023/2024. Næsta ár sleppur Kiel ikki at spæla í henni, ti endastøðan í Bundesliguni ikki var nóg góð. Tað var avrikið í gjár langt frá heldur ikki, og tí svíða nøkur ting helst hjá 22-ára gamla spælskiparanum beint nú.

Final Four
Í dag, sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
(Bronsudystur) THW Kiel - Magdeburg 32-28 (23-14)

5. min: 4-1
10 min: 9-6
15 min: 11-7 (16 min: TO - +5)
20 min: 15-9
25 min: 19-12
30 min: 23-14
35 min: 25-17
40 min: 25-19
45 min: 27-22 (-5 fyri fyrstu ferð leingi)
50 min: 28-23
55 min: 30-25
60 min: 32-29


Útvísingar:
THW Kiel: 8
SC Magdeburg: 3


Finala (17.00): Aalborg - Barcelona (sæst á DR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder