2019-11-02 15:02
Sterki serbiski málverjin, Milos Budakovic, hevur í dag undirskrivað sáttmála við ÍF.
Milos Budakovic er 28 ára gamal og hevur seinastu tvey árini vart málið hjá suðuroyingum, fyrst fyri TB/FCS/Royn í fjør, og síðani TB í ár.
Á heimasíðuni hjá ÍF sigur felagið, at tey eru sera errin av at kunna almannakunngera skiftið.
Umframt at hava spælt í Føroyum, hevur Milos eisini spælt í Bosnia-Herzegovina, Serbia Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald