Fótbóltur

Milos Budakovic til TB

Milos Budakovic aftasti skansi hjá felagsliðnum í Suðuroynni farna kappingarár.

Myndin er frá felagssamstarvinum TB/FCS/ROYN

Myndin er frá felagssamstarvinum TB/FCS/ROYN

2018-12-05 16:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrireikingarnar til Betrideildina 2019 hjá Tvøroyrar Bóltfelag eru væl ávegis og nú kann felagið boða frá at málmaðurin er fingið uppá pláss. Talan er um Milos Budakovic, ið eisini var aftasti skansi í ár, tá Tvøroyrar Bóltfelag luttók í Betrideildini saman við hinum báðum feløgunum í oynni.

Serbin, ið leikti 25 dystir í fjør er 27 ára gamal.Tvøroyrar Bóltfelag fegnast um, at Milos hevur sett pennin á pappíri.

Í næstum verður meira at frætta bæði um venjara og fleiri leikarasáttmálar, millum annað við lokalar leikarar, skrivar TB á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder