FC Barcelona sendi fyrr í dag miðvallaran Arthur Melo til Juventus, og nú boðar felagið frá, at teir hava keypt miðvallarin Miralen Pjanic úr Juventus.
Barcelona skal gjalda 485 milliónir krónur fyri Pjanic, meðan Arthur kostar Juventus 537 miiliónir krónur.
30 ára gamli Pjanic fær ein fýra ára sáttmála við FC Barcelona.
Miralem Pjanic spælir hetta kappingarárið liðugt í Juventus, ið hann hevur umboða 171 ferðir, og skorað 22 mál og lagt upp til 36.
23 ára gamli Arthur Melo hevur spælt 72 dystir fyri Barcelona, har hann hevur skorað fýra mál og lagt upp til seks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald