Seinnapartin er ein dystur í Meistaradeildini hjá kvnnum og ein hjá monnum. Báðir verða leiktir í Badmontonhøllini í Klaksvík.
Hjá kvinnum er TB á vitjan hjá Mjølni. Bert eitt stig skilur hesi liðini á stigtalvuni; TB er nummar 4 av 6 liðnum og hevur fimm stig. Mjølnir er eitt pláss og eitt stig aftanfyri. Mjølnir og TB hava leikt 4 dystir, meðan hini hava spælt 5. Í skipanini hjá flogbóltssambandinum stendur hetta at vera seinasti dystur í Meistaradeildini hjá kvinnum í 2018. Tað er Fleyr, ið er oddalið við 15 stigum.
Mjølnir er greitt oddalið hjá monnum, og í dag eru gestirnir SÍ, ið er á 2. plássið. Klaksvíkingar eru byrjaðir sera væl í ár og hava, eins og Fleyr hjá kvinnum, fult stigatal. SÍ er sjey stig aftanfyri. Mennirnir spæla eisini sítt seinasta umfar undan steðginum.
Dagurin er serstakur, tí flogbóltsfelagið í Klaksvík hátíðarheldur 40-ára dagin. Eftir dystirnar er almenn móttøka, har røður, søguligt myndatilfar og hugleiðingar frá søgu felagsins verða á skránni. Afturvið verður okkurt søtt til góman og gott kaffi.
Mjølnir varð sett á stovn 18.september 1978.
24.11 - í Badmintonhøllini í Klaksvík
Meistaradeildin kvinnur: 13.15 Mjølnir - TB
Meistaradeildin menn: 15.30 Mjølnir - SÍ
Annað
Mjølnir heldur 40-ára føðingardag
Mennirnir og kvinnurnar hjá Mjølni spæla á heimavølli, nú klaksvíksfelagið heldur rundan dag.
Fremsta mansliðið hjá Mjølni, ið er oddalið, tekur í dag ímóti SÍ í Meistaradeildini, nú felagið hátíðarheldur 40-ára dagin (Mynd: Norðlýsið)
2018-11-24 10:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald