2018-11-07 14:32
Í gjárkvøldið tók Fleyr ímóti Mjølni í Stórhøllini á Hálsi. Talan var um oddadyst í Meistaradeildini hjá monnum.
Fyrstu tvey settini vóru sera jøvn, har liðini vunu hvør sítt, og har neyðugt var við um fleiri umbóltum í fyrsta setti.
Í 3. og 4. settti var Mjølnir eina tonn betri og vann við seks bóltum. Harvið er Mjølnir nú fimm stig á odda í deildini.
Liðini hittast aftur í Klaksvík sunnudagin, har lagt er upp til enn ein spennandi dyst.
Fleyr - Mjølnir 1-3
31-29, 26-24, 25-19, 25-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald