Hondbóltur

TV2: Jana Mittún til annað danskt felag

Sambært TV2 skiftir Jana Mittún úr Viborg til Nykøbing Falster Håndbold næsta kappingarár.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-09 22:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv bendir á, at ein av stóru spælarunum á føroyska kvinnulandsliðnum skiftir felag eftir hetta kappingarárið.

Sambært TV2 Sport hevur Jana Mittún skrivað undir trý ára sáttmála við Nykøbing Falster.

Jana Mittún er annars júst farin í gongd við fjórða kappingarár hennara hjá Viborg HK.

Í fjør gjørdi hon nýggjan sáttmála við Viborg HK. Hesin sáttmálin gongur út í 2028, men sambært nýggju upplýsingunum hjá TV2 skiftir føroyski landsliðsprofilurin til NFH á sumri 2027.

[object Object]Jana Mittún og Marita Mortensen verða helst liðfelagar næsta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder