- Hetta hevur man bíðað eftir í 19 ár nú, og man hevur mangan hoyrt fyri tí.
Tað steðfesti John Andersen við einum skálkabrosi. Frásøgumaðurin úr Saltangará hevur altíð verið íðin NSÍ'ari, og nú kunnu tímar teljast til eina møguliga FM-avgerð.
John Andersen setti orð á spenningin, sum valdar undan næstseinasta umfari í Fótbóltsskýlinum fríggjadagin.
Bæði hann og Jóhan á Mýrini høvdu hug at tippa javnleik millum NSÍ og HB. Hetta er eisini nóg mikið hjá NSÍ at tryggja FM - og mest sannlíkt eisini hjá HB at koma í Conference League næsta ár.
Sí eisini: Øllum í gulum sleppa ókeypis til dyst: NSÍ ger nógv burturúr møguliga meistaradystinum
Teir fílast at støðuni í AB, KÍ og B36 serliga, og so varð eisini hitað til botnbrakið í Sørvági: Um B68 ikki vinnur, rýkur B68 - um 07 Vestur tapir, so er so at siga farið hjá vágaminnum.
- Formkurvan hjá 07 Vestur hevur verið fín, men hjá B68 er tað alt ella einki, sigur sandavágsmaðurin í Miðvági, sum fer at vera viðmerkjara hjá Hera Wang Danielsen í dag.
- Hetta er sum at sita til eina heimspremieru til ein stóran film við einari skál fyltari við poppkorni. Har man so bara bíðar eftir stóru "scenuni", sigur Jóhan á Mýrini um óhugnaliga spenningin í botninum
Lurta eftir sendingini fríggjadagin, við Trygva Absalonsen sum verti, her
(Sendingin verður eisini endursend klokkan 14 - beint áðrenn beinleiðis fótbóltsfrásgnirnar)
FM1 og Portalurin fara at gera nógv burturúr við frásagnum, myndum, samrøðum og øðrum
26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober
NSÍ - HB (Frásøgn á FM1)
B36 - KÍ (Tórsvøllur)
Víkingur - EB/Streymur
Skála - AB
07 Vestur - B68 (Frásøgn á FM1)
Allir dystirnir byrja klokkan 15 - til ber at fylgja gongdini tætt í sendingini á FM1 og ovast á Portalinum
Klokkan 19.30 verður tikið samanum í 3. hálvleiki á FM1
![]()
Sí eisini: Nógv kann vera avgjørt áðrenn klokkan 17 sunnudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald