Fótbóltur

Øll í gulum sleppa ókeypis til dyst: NSÍ ger nógv burtur úr møguliga meistaradystinum

Andlitsmáling við Løkin frá klokkan 13, pylsuvognur og stórur spenningur sunnudagin: Fær NSÍ stigmóti HB í morgin, er FM í hús. FM1 sigur frá dystinum klokkan 15 í morgin.

Fjeppararnir hjá NSÍ hava í ár verið teir støðugt bestu í Føroyum. Í morgin munnu teir fara at síggjast og hoyrast eyka væl (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fjeppararnir hjá NSÍ hava í ár verið teir støðugt bestu í Føroyum. Í morgin munnu teir fara at síggjast og hoyrast eyka væl (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-24 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Øll, ið møta upp til dystin móti HB í gulum yvirklæðum (blusu, troyggju, jakka ), sleppa ókeypis inn til dystin.

Soleiðis skrivar NSÍ á sínari Facebook-sínari í dag.

Annað FM-heiti hjá besta mansliði felagsins, og tað fyrsta síðani 2007, er á gáttini. Tað merkist á eystara armi av Skálafjørðinum, har NSÍ-spælarar hava vitjað skúla og dagstovn í vikuni. Nógv verður gjørt burtur úr til ársins seinasta heimadyst, sum er á skránni sunnudagin.

NSÍ kann tryggja meistaraheitið, tá HB vitjar í næstseinasta umfari sunnudagin. Hetta við javnleiki ella sigri. Um KÍ ikki fær fult á útivølli móti B36, er NSÍ meistari óansæð hvat.

26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober 
NSÍ - HB (Frásøgn á FM1)
B36 - KÍ
Víkingur - EB/Streymur
Skála - AB
07 Vestur - B68 (Frásøgn á FM1)

Allir dystirnir byrja klokkan 15 - til ber at fylgja gongdini tætt í sendingini á FM1 og ovast á Portalinum

FM1 og Portalurin fara at gera nógv burturúr við frásagnum, myndum, samrøðum og øðrum 

[object Object]
Sí eisini: Nógv kann vera avgjørt áðrenn klokkan 17 sunnudagin

Í NSÍ ynskir man sjálvandi at fáa nógv fólk til dyst - og í gulum. Umframt hetta, so verður møguleiki fyri andlitsmáling við Løkin frá klokkan 13, og pylsuvongur verður, so at møguleiki verður at fáa nakað til matna: Mitt í fótbóltshuglagnum meðan bíðað verður eftir dystinum.

[object Object]
Andlitsmáling og annað á breddanum við Løkin (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)

Fjeppararnir hjá NSÍ hava í ár verið teir støðugt bestu í Føroyum. Í morgin munnu teir fara at síggjast og hoyrast eyka væl.

Dysturin byrjar klokkan 15, og vit siga frá á FM1. Vit hava eisini myndir og annað á Portalinum og samrøður aftaná

Fótbóltsskýlið: Poppkornið hjá John og Jóhan er til reiðar undan næstseinasta umfar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder