Annað

Bridge: Liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda

Eftir at tveir dystir vórðu spældir í gjár, liggur liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda við 101,01 stigum. FM-kappingin fyri lið heldur fram í dag.

(Mynd: Føroya Bridgesamband)

(Mynd: Føroya Bridgesamband)

2026-10-25 08:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra dystir í FM-kappingini fyri lið í brigde verða leiktir hetta vikuskiftið.

Undan fyrstu dystunum leygardagin var støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg lá á odda við 67,23 stigum, meðan liðið Rinkuhúsini høvdu 60,73 stig og Byggitilfar lá á triðja plássi við 58,92 stigum.

Eftir at tveir dystir vórðu spældir í gjár, liggur liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda við 101,01 stigum, skrivar Føroya Bridgesamband.

Tó er munurin millum oddaliðið og Rinkuhúsini tódnaður niður í nærum einki – einans 0,90 stig eru á muni millum liðini. Á triðja plássi liggur liðið Byggitilfar við 93,67 stigum.

Tað eru í alt átta lið, sum dystast um føroyameistaraheitið, og kappingin endar í apríl 2027. Íalt verða 14 dystir leiktir, og tað eru átta dystir eftir at spæla.

Meiri kann lesast um úrslitini inni á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder