Annað

MMA til Føroyar

Mixed Martial Arts verður partur av Burn Showdown.

Mynd: Burn Showdown

Mynd: Burn Showdown

2018-08-17 12:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú fáa føroyingar høvi at síggja MMA dyst, tá Burn skipar fyri Burn Showdown 16.-17. november.

Burn Showdown skrivar á Facebookvanganum, at tey hava gjørt avtalu við MMA Galla, so at hesa ferð verða Mixed Martial Arts dystir á skránni.

Tilsamans fara 16 MMA íðkarar at dystast í 8 dystum 16. november. Talan er um bæði professionellar og óprofessionellar íðkarar. Hvørjir hesir eru verður kunngjørt seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder