2018-12-03 21:42
Annars hava tað verið Cristiano Ronaldo ella Lionel Messi, sum hava vunnið Ballon d’Or, men í ár gjørdist vinnarin Luka Modric.
Tað bleiv kunngjørt fyrr í kvøld, tá hann fekk heiðurlønina handaða fyri fyrstu ferð, skriva altjóa miðlar í kvøld.
Modric hevur havt eitt gott ár bæði á landsliðnum og í Real Madrid. Í mai mánaði var hann við til at tryggja Real Madrid triðja Champions League-heitið ár rað, og í summar vísti hann stór form til HM í Russlandi, har Kroatia tó tapti finaluna 2-4 móti Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald