placeholder
Annað

Mótstøðan harðnar

Føroyar taptu 3-1 fyri Avstralia í fimta umfari á talvolympiaduni í Georgia í gjár.

Føroyar í dysti móti Bosnia-Herzegovina í OL í Georgia. Høgrumegin Martin Poulsen, Olaf Berg, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska (Mynd: Talvsamband Føroya)

Føroyar í dysti móti Bosnia-Herzegovina í OL í Georgia. Høgrumegin Martin Poulsen, Olaf Berg, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska (Mynd: Talvsamband Føroya)

2018-09-29 10:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Føroyar taptu 3-1 fyri Avstralia í fimta umfari á talvolympiaduni í Georgia í gjár. Sum væntandi var, gjørdist mótstøðan í meira lagi. Á fremstu trimum borðunum hjá Avstralia sótu stórmeistarar, á fjórða borði høvdu teir telvara við altjóða IM-heiti. Avstralia er styrkismett nummar 41, Føroyar nummar 76.

Helgi Dam Ziska, sum er hin einasti ósigraði av føroysku telvarunum, fekk javnt á 1. borði. Sama gjørdi Olaf Berg á 3. borði móti stórmeistara við útivið 300 ratingstigum meira enn hann. John Rødgaard og Martin Poulsen vóru ikki mentir at halda tørn við svarta fólkinum á 2.-, og 4. borði.

Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 84. pláss í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini.

Brasil í morgin

Einasti frídagurin á olympiaduni er í dag. Í morgin sunnudagin verður lagt til brots av nýggjum. Og tað er ikki hissini mótstøða hjá føroyska liðnum í sætta umfari. Føroyar telva tá móti Brasil, sum er styrkismett nummar 29 í kappingini. 

Bara stórmeistarar manna brasilska landsliðið. Miðalstyrkitalið hjá teimum er 2567 - eitt vet hægri enn styrkitalið hjá okkara stórmeistara, Helga Dam Ziska. Avbjóðingin hjá okkara monnum verður at lívbjarga sær og fáa eitt remis í dystinum. 

Brasil hevur bara tapt móti liðum í topp 15 í kappingini; 2½-1½ fyri Onglandi og í gjár 3-1 fyri A-liðnum hjá Georgia. Annars hava teir verið ruddiliga við yvirlutan.

Støðan

Eftir fimm umfør eru fýra lið, sum hava vunnið allar dystir. Tey eru Aserbadsjan, Kekkia, Poland og Ukraina. Tey hava øll 10 stig. Fyri vunnan dyst fær lið tvey stig, javnleikur gevur eitt stig. USA og Ísrael hava 9 stig.

Av norðurlondum er Noreg - uttan heimsmeistaran Magnus Carlsen - nummar 13, Svøríki 47, Finnland 59, Ísland 62, Føroyar 84 og Danmark nummar 90. Men vit síggja, at plaseringarnar sveiggja nógv fyri hvørt umfar. Tað er vansin við sjálvari skipanini, tá 185 lið skulu kappast í ellivu umførum, og mótstøðan verður so ójøvn.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum hevur verið hendan fyrstu fimm umførini:

1 Helgi Dam Ziska 2/4 (fýra remis)

2 John Rødgaard 1½/4

3 Olaf Berg 2/4

4. Martin Poulsen 3/5

5 Carl Eli Samuelsen 2/3

Dysturin Føroyar-Brasil í sætta umfari byrjar á middegi í morgin sunnudagin. Hvussu føroyska liðið verður mannað verður ikki kunngjørt fyrr enn í morginári. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum úr Batumi. Leinki til kappingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder