Fótbóltur

Mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðinum kemur til landið í dag

Tekniskir trupulleikar gjørdi at flogfarið vendi við aftur til Malta í gjár.

2018-09-05 09:18 Author image
Ari av Rana

Ferðin hjá Malta til landsdystin í Føroyum fekk onga dreyma byrjan. Tá flogfarið við landsliðinum fór úr Malta, varð tað noytt at venda við eftir fáum minuttum. Tekniskir trupulleikar stungu seg upp, og flogskiparin valdi at venda við.

Áleið 70 fólk vóru við í flogfarinum, sum skuldi flúgva landsliðið til Føroyar, har landsdystur er á Tórsvølli fríggjakvøldið, skrivar The Independent á Malta.

Roynt varð at fáa annað flogfar, sum kundi flúgva til Føroyar í gjár, men hetta eydnaðist ikki. Flogfarið flýgur í staðin úr Malta í morgun.

placeholder
placeholder