Fyri triðju ferð uppá 18 dagar hittast Skála og Víkingur. Liðini leiktu fyrst í mánaðinum, tá 8. umfar í Betrideildini var á skránni. Dysturin á Skála endaði 3-2 til útiliðið, og fýra dagar seinni endaði tað 1-1, tá Eysturoyarliðini hittust í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Harvið er alt púra opið undan seinna dystinum, sum verður í kvøld. Tað sum stendur uppá spæl er atgongumerki til finaluna í Kappingini um Løgmannsteypið. HB gjørdist fyrra finaluliðið, við seinum málið frá Ari Mohr Olsen í Klaksvík í gjárkvøldið.
Hesaferð spæla liðini í Sarpugerði, og tað liggur eitt sindur til heimaliðið. Víkingur hevur útivallarmálið, hevur víst góðan form í seinastuni, og liðið úr Eysturkommunu er kent sum steypaliðið í Føroyum. Í 2009 vann Víkingur frálíka steypafinalu á Ólavsøku móti EB/Streymi (hinum stóra steypaliðnum í hesari øldini) og hetta var fyrsta steypið hjá felagnum. Frá 2012 til 2016 var Víkingur hvørt ár á Tórsvølli, og vann fýra finalur á rað áðrenn KÍ vann eftir brotssparkskapping í 2016. Fleiri av leikarunum hjá Vìkingi hava verið við til fleiri finalusigrar, og liðið hevur harvið royndirnar. Svongdin at koma aftur í finaluna, nú trý ár eru liðin síðani seinast og fýra ár síðani seinasta sigur, er helst stór í felagnum.
Á vestara armi á Skálafjørðinum hevur verið bíðað í 54 ár. Besta mansliðið hevur eina ferð av álvara kappast um FM (í 2005), og tá fekk Skála silvur. Steypafinalan er ikki nakað, ið felagði hevur vunnið, og teir í appelsinlittum hava ongantíð rokkið finaluni. Nú er møguleikin her, og eins í 2016 er tað Víkingur, ið er forðingin. Eftir at KÍ (2006) og EB/Streymur (2007) vunnu greitt á Skála í hálvfinalunum, trýsti Skála, sum tá var uppflytari, Víking til tað allarseinasta í hálvfinalunum fyri trimum árum síðani. Víkingur vann 1-0 á Skála, men í Norðragøtu kom útiliðið á odda, og við støðuni 1-1 leingi var trýst á Víkingi.
Hesaferð skal Skála royna at koppa Víkingi, og hóast liðið hjá Eyðuni Klakstein hevur havt ein lítlan niðurtúr seinastu vikurnar, og hóast nakrir skaðatrupulleikar er, so hava teir á Skála dygdirnar at vinna seg í finaluna. Skála hevur somu fyritreytir sum HB hevði í gjár: Liðið skal skora á útivølli fyri at hava møguleika at røkka finaluni. Mótsstøðuliðið fer víðari, um tað endar málleyst. Liðið hjá Sámal Erik Hentze er vælskipað og hevur royndirnar og er favorittur. Tað er tó lagt upp til spennandi hálvfinalu í Sarpugerði í kvøld.
Fyrsta bríksl frá Lars Müller verður klokkan 18.00. Vit dagføra beinleiðis frá dystinum á forsíðu okakra og hava myndir frá dystinum.
Fótbóltur
Mótstøðuliðið hjá HB skal finnast
Tað eru tvey feløg við heilt ymiskari søgu í steypakappingini, ið skulu dystast um finalupláss í Sarpugerði í kvøld.
Tað kann gerast sera tætt millum Skála og Víking í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2019-05-23 14:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald