2018-10-23 16:14
Á Argjum er Skála á vitjan, og EB/Streymur og 07 Vestur bresta saman í Sørvági. Hesir dystirnir vórðu ikki leiktir sunnudagin vegna ov nógvan vind.
Her á Dungasandi er kølið nú seint seinnapartin men gott veður til at spæla fótbólt. Vit frætta av Argjum, at har eru líkindini eisini væl betri.
Liðini hita í løtuni upp. Hjá EB/Streymi er 32-ára gamli málevurin, Arnbjørn Hansen, við frá byrjan.
Botnurin í Betri-deildini (øll liðini tveir dystir eftir at leika):
8. EB/Streymur 20 stig (-21)
9. 07 Vestur 16 stig (-40)
10. AB 15 stig (-39)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald